Eftir áheitan frá Útnorðurráðnum, hevur Sosialvidenskabeligt Institut við Islands Universitet gjørt eina kanning av, hvørji lívsvirði, teu ungu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum leggja dent á í dag. Kanningin er komin í áhugaverdum bóklingi, ið var lagdur fram í gjár.
Kanningin byggir á sera umfatandi spurnarbløð, sum ung í londunum hava svarað.
Bókin er áhugaverd og gevur greiða vitan í stavum, tølum og talvum.
Høvuðsyvirskriftirnar eru Lívsáskoðan, Politikkur og tjóðskaparspurningar, Familjan, Gerandisdagurin, Trivnaður og metan av umstøðunum, Religión og etikkur og Framtíðarætlanir.
Nakrar av undiryvirskriftunum undir hesum evnum eru t.d. viðvíkjandi økonomiskum spurningum, um metan av hjúnarlagnum, respekt og trúskapur, økonomiskir fyrimunir og kynsligt samlív, meting av ymsum samfelagsbólkum so sum fólk úr øðrum londum sum grannar, evnismisnýtarar sum granar og eisini verður komið inn á eligión, tað at trúgva og at vera virkin á økinum.
Samanumtikið ein sera áhugaverd kanning, ið sigur rættiliga nógv um tey ungu í teimum trimum londunum í dag.
Óivað hent hjá teimum, ið kunnu hugsast at gera nýtslu av slíkum tølum og sera áhugaverdur lesnaður hjá privatpersónum við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hjá foreldrum, ið hava børn, ið eru ung í dag.
Vegna Sosialvedenskabelige Institut vid Islands Universitet, eru tað Fríðrik H. Jónsson, Hrefna Guðmundsdóttir og Karl Sigurðsson, ið hava staðið fyri kanningini.