Ung kvinna noktar seg seka í stórari hashsmugling

Málið um eina 33 ára gamla kvinnu, sum er ákærd fyri at hava smuglað fleiri kilo av hashi seinasta árið, kom fyri í Føroya Rætti týsmorgunin.

Fýra ákærur vórðu lisnar upp úr ákæruritinum í rættarhølunum, og kvinnan noktaði seg sekan í trimum av teimum, meðan hon játtaði at hava framt brot á lógina um rúsdrekkakoyring.

Hinar tríggjar ákærurnar vóru av meira álvarsamum slagi, og hon noktaði seg eisini seka í teimum. Verjin mældi til, at ákærurnar ímóti henni verða sleptar.

Fyrsta málið snúði seg um, at kvinnan skuldi havt smuglað hash við skipi úr Danmark til Føroyar. Ákærin førdi fram, at hon hevði goymt hashið í eykahjólinum í bilinum, sum hon hevði leigað í Føroyum og havt við sær til Danmarkar. Tá hon so var komin til Føroyar, hevur ein persónur hjálpt henni við at fáa hashið úraftur hjólinum. Eigarin av bilinum játtar, at eykahjólið ikki var í bilinum, tá hann varð latin innaftur. Ákærda kvinnan sigur seg einki kenna til hash í eykahjólinum. Eisini sigur hon seg ongantíð hava roykt hash.

Í næsta málinum varð ført fram, at kvinnan hevði hjálpt til við at smugla 3 kilo av hashi til Føroyar á sumri í fjør. Hetta varð farið fram, við at hon og ein annar persónur høvdu verið eftir rúsandi evnunum í Vestmanna, har ein dani hevði givið teimum tað. Danin var komin til landið við flogfari hjá Atlantic Airways. Hashið var í eini leðurtasku, sum síðani varð tikin til Havnar, har tað skuldi verða selt.

Sum prógv í hesum málinum nýtti ákærin nakrar útskriftir frá Føroya Tele, sum vísa, hvar ávísar fartelefonir hava verið brúktar. Kvinnan vildi hinvegin verða við, at fartelefonin kundi verið nýtt av einum og hvørjum og noktaði eisini at hava nakran kennskap til tað, sum ákærin vil vera við er farið fram.

Fyri nøkrum mánaðum síðan var húsarannsókn, har kvinnan búði. Í samband við málið eru fleiri fólk avhoyrd.

Triðja ákæran var, at kvinnan og drongur hennara hava hótt fólk eftir lívinum, men ákærda noktaði seg seka. Ákærumyndugleikin vil hava kvinnuna revsaða fyri at hava hótt vitnini eftir lívinum. Dómarin segði tó um ta triðju ákæruna, at ákæruritið ikki var serliga greitt á hesum økinum.

Hetta málið er framhald av teimum húsarannsóknum, sum løgreglan hevur gjørt í Norðoyggjum fyrr í ár. Kvinnan varð framstillað í rættinum 1. juni í ár, og hevur verið varðhaldsfongslað síðani. Ikki fyrr enn nú, tríggjar mánaðar eftir kemur málið fyri í rættinum. Ikki øll vitnini vóru til staðar, tá rættarmálið kom fyri.