Ung kvinna fekk bót fyri brot á sóttarhald

Bøturnar, sum Grønlands Politi hevur skrivað út, eru á ávikavist 3000, 9000 og 12000 krónur.

 

Grønlands Politi hevur aftur skrivað út eina bót fyri brot á reglurnar um sóttarhald. Tað er ein kunngerð um fyribyrging av smittuspjaðing, sum løgreglan heldur seg til og gevur bøtur eftir. Nú hava hesar reglur, sum eru galdandi í Grønlandi - men ikki í Føroyum - aftur ført til, at løgreglan hevur útskrivað eina bót.

Hesaferð er tað ein 20 ára gomul kvinna, sum noyðist niður í lummarnar, tí hon ikki helt reglurnar um sóttarhald við heimkomu.

Í tíðindaskrivi sigur Grønlands Politi, at kvinnan hevur brotið nevndu kunngerð hjá grønlendska sjálvstýrinum, tá hon kom heim til Grønlands úr útlandinum. Kvinnan hevur verið á úti á almennum staði, tá hon annars skuldi verið í sóttarhaldi. Hon varð endurtestað fimm dagar eftir heimkomu, og tá vísti royndin, at hon ikki er fongd við covid-19.

Bótin, sum kvinnan fekk fyri brotið, er á 3000 krónur.

- Vit eru heppin, at vit ikki hava smittuspjaðing í Grønlandi, og tað kunnu vit takka fólkinum fyri, sum í stóran mun hava tikið tær avmarkingar, sum eru galdandi, í álvara. Við atliti til stóra smittutrýstið í Danmark, noyðast vit av álvara at verja okkum sjálvi og hvønn annan, sigur fútin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, í tíðindaskrivi.

Grønlands Politi hevur nú skrivað út nakrar korona-bøtur í samband við brot á galdandi kunngerð. Umframt kvinnuna, sum nú skal gjalda 3000 krónur, hevur løgreglan eisini skrivað ein bót á 12.000 krónur til ein vinnurekandi í Nuuk - og eina bót á 9000 krónur til ein smittaðan persón í Aasiaat, sum eisini breyt reglurnar um sóttarhald.