Ung millum 14-16 árí Klaksvík kunnu nú melda seg til Ung í Arbeiði í summar.
HÚSIÐ heitir nú á áhugað ung í Klaksvíkar Kommunu um at útfylla eitt skrásetingarskjal.
Jógvan Andrias Joensen, leiðari, upplýsir, at skrásetingarskjøl fáast í HÚSINUM og í Miðlan, og tey kunnu eisini skrivast út av heimasíðunum www.husid.fo og www.klaksvik.fo.
Útfylt arbeiðsskema skal latast inn í seinasta lagi 22. juni klokkan 24:00 til Húsið. Tað kann eisini sendast sum teldupostur innan somu freist til adressuna ja@husid.fo.