Ung í Javnaðarflokkinum styrkja seg norðanfyri

Í ungdómsfelagnum hjá Javnaðarflokkinum ætla tey nú at spenna seg út fyri at røkka um allar Føroyar. Sostatt hava Sosialistisk Ung, ella SU, sum tey nevna seg, nú stovnað lokalfelag, sum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoynna.

 

Men ætlanin er, at SU Norð, sum er heitið á nýggja lokalfelagnum, bara skal vera tað fyrsta, tí sum frá líður er ætlanin at stovna fleiri lokalfeløg kring landið.

 

Í tí sambandi ætla tey at skipaeina eina landsnevnd, sum skal stjórna yvirskipaða, politiska virkseminum, samstundis sum at lokalfeløgini skulu arbeiða kring um í landinum.

 

Myndin er av nevndini fyri SU Norð og tey eru, frá vinstru: Birgit Løvhøjten Hansen, Paul Kjartan Matras, Jógvan Kallsgarð, Birita Matras Petersen, Rúna Nón Bjartalíð, Eli Bjartalíð og Terja Ósá.

Nevndin fer at skipa seg sjálv á fyrsta nevndarfundi.