Ung í summarstarvi hjá IRF

Hvørt ár í juni, juli og august mánaða er møguligt at koma í summarstarv hjá IRF. Hóast fleiri fara í feriu hesa tíðina, kemur nógv burturkast inn, sum IRF skal hagreiða á besta hátt. Tey ungu lata væl at arbeiðinum.

Ymisk summarstørv eru hjá IRF bæði innan innsavning, skiljing, viðlíkahaldi og koyring. Suffía Høj, sum er HR-leiðari hjá IRF, sigur, at omanfyri 50 umsóknir komu inn í ár, so tað var torført at velja millum allar umsøkjararnar. ”Tað er gleðiligt, at so nógv søkja summarstarv og at fleiri søkja ár um ár. Vit vildu fegin givið fleiri møguleikan, men hesa ferð varð pláss til uml. 17 summarferiuavloysarar”, sigur Suffía. ”Vit royna at gera nógv burturúr at seta summarferiuavloysarar væl inn í uppgávurnar. Vit skipa m.a. fyri einum kunningardegi, tá ið tey byrja, so tey eru væl brynjaði til starvið og fáa eina breiða vitan um burturkastøkið og alt virksemið hjá IRF. Vit hava eina stóra uppgávu at fáa ung fólk at hugsa um burturkastøkið og umhvørvið sum heild, so tað er sera týdningarmikið at fáa ung fólk í summarstarv, og møguliga síggja vit tey aftur einaferð seinni, tá ið tey fara at søkja sær eitt heiltíðarstarv”.

 

##med2##