Norrøna Felagið í Føroyum skipar saman við systurfelagnum í Íslandi fyri ráðstevnu hósdagin 1. oktober um ung og demokrati í Norðurlondum. Tiltakið er alment og verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan er ein partur av íslendska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í 2014. Upprunaliga var ætlanin bert at hava ta einu ráðstevnuna í sambandi við formansskapsárið, men eftir eitt sera væleydnað tiltak í Norræna Húsinum í Reykjavík við luttøku úr Íslandi, Finnlandi og Føroyum, varð heitt á Norræna Félagið um at skipa fyri eini líknandi ráðstevnu í Tórshavn.
Føroyska ráðstevnan er eitt samstarv millum norrønu Feløgini í Íslandi og Føroyum. Endamálið er at hava eitt kjak um hví ungdómurin ikki er meira virkin í sambandi við val, borgaraátøk og grasrótarrørslur, ella eru tey kanska virkin á ein annan hátt enn tey plagdu?
Tey, ið leggja fram á ráðstevnuni eru:
Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum
Ragnheiður H. Þórarinsdóttir, fulltrúi í íslendska menta- og kenslumálaráðnum og forkvinna í Norræna Félagnum í Íslandi
Hallbera West, granskari, ph.d.
Hjørdis Gaard, ráðgevi í Føroya Ungdómsráð
Tór Marni Weihe, formaður í ungdómsráðnum í Tórshavnar kommunu
Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum hósdagin 1. oktober kl. 13.00 til 16.30.










