Ung í Miðflokkinum: Skeivt at fáa flóttafólk til Føroya

Vit hava eina moralska skyldu at brúka pengarnar, har teir gera størst nyttu og skapa mest eydnu

- Vit eiga at brúka pengarnar so at veita mest møguliga hjálp til flest møgulig fólk.

Tað heldur Aksel Flagstad Berg, formaður í Ung fyri Miðflokkin.

Vegna nevndina í felagnum fegnast tey um, at løgmaður hevur reist spurningin um flóttafólk í nýggjársrøðu síni.

 

Men tey halda, at ístaðin fyri at fáa flóttafólk til Føroya, er tað betri at hjálpa flóttafólki í nærumhvørvinum.

 

- Fyri at veita bestu hjálp áttu vit at hugt eftir konsekvensetisku hugsjónini, ið sigur, at ein góð moralsk avgerð gevur mest møguligu eydnu, ella nytty, fyri flest fólk. Altso eiga vit føroyingar at brúka okkara ressursir til at veita mest møguliga hjálp til flest møgulig fólk, sigur hann.

 

- Hvat Reyði Krossur spakiliga hevur skilt, er, at flóttafólk allar oftast hava tað best í sínum nærumhvørvi í einum landi, ið líkist teirra egna, har tey hava eina mentan, ið tey kenna til.

 

- Hvat flestu menniskju hava brúk fyri í slíkari torførari tíð, er nakað sum líkist einum vanligum gerandisdegi hjá teimum. Vit skulu stuðla tær íløgur, ið veita hesum fólkum tryggar karmar í einum umhvørvi, har tey føla seg heima, og har tey verða hjálpt á føtur aftur bæði kropsliga og sálarliga.

 

- Fyri einum flóttafólki úr Sýria verður hendan hjálpin betri veitt í einum av grannalondunum, enn hvat hon verður veitt í einum lítlum øki í Føroyum, siga tey ungu fyri Miðflokkin.

 

Aksel Flagstad berg heldur, at besta tænastan fyri flest flóttafólk verður veitt í teirra nærumhvørvi, og her fáa vit eisini veitt hjálp til fleiri fyri hvørja givnu krónu.

 

- Í fjør brúktu danir heilar 1,8 milliardir krónur uppá flóttafólkalegur í landinum. Prísurin fyri hjálpina til hvørt flóttafólk í Danmark liggur vanliga eitt stað millum 200.000-250.000 kr. um árið.

- Hetta er ein ógvuliga stór upphædd at brúka árliga uppá hvørt einstakt flóttafólk í miðal, og eg ivist ikki eina løtu í, at hvør túsundkrónuseðil røkkur nógv longri til hjálpina, ið vit kunna veita í nærumhvørvinum hjá flóttafólkunum, sigur formaðurin hjá teimum ungu fyri Miðflokkin.

 

Tí mæla tey í nevndin í Ung fyri Miðflokkin, at størri partur av okkara Bruttotjóðarúrtøku verður sett av til menningarhjálp, soleiðis at vit geva meira til teimum í neyð.

 

Trýst HER og les, les, hvat tey ungu fyri Miðflokkin halda um flóttafólkaspurningin

 

Teirra ynski er, at Føroyar, sum mest stuðla teimum íløgum, ið eru gjørdar í grannalondunum hjá teimum neyðraktu londunum og sum hjálpa flóttafólkum í neyð.

- Soleiðis kunnu vit veruliga gera mun í stóra bílætinum og best hjálpa flest møguligum fólkum, sigur Aksel Flagstad Berg.