Fitnessinstuktørur, við 21 ára royndum innan økið, váttar, at áhugin í Føroyum fyri ólógligum vøddafremjandi evnum hevur verið stórur Til fyri stuttum rak Jana E. Thomsen, fitnessinstruktørur, heilsumiðstøðina Fragd og Fimi í Havn. Har fekk hon javnan spurningar um tey ymisku evnini, sum fáa vøddarnar at vaksa skjótari.
Gerast bundin
- Tað vóru oftast ungir dreingir, sum forvitnaðust eftir steroidum og líknandi evnum, tí teir vildu síggja skjót úrslit, sigur Jana Thomsen.
Við steroidum kanst tú nevniliga byggja vøddarnar upp ónatúrliga skjótt. Men tað er eisini trupulleikin, tí so skjótt tú gevst aftur, smokkar kroppurin mest sum saman.
- Ert tú fyrst byrjaður at brúka slík evni, er tískil sera stórur vandi fyri at gerast bundin av teimum, greiðir Jana frá.
Gráøki
Sambært landsapotekaranum hoyra summi av hesum evnum heima í einum gráøki, tá tað ræður um eyðmerking av heilivági. Tí eru allar orsøkir til at vera á varðhaldi, tí tá kanst tú ikki vera vís í, hvat tey innihalda.
Undir øllum umstøðum, er tað framvegis ólógligt hjá einstaklingum at innflyta heilivág. Eru fólk í iva, so tilskilar lógin greitt, nær talan er um heilivág
FAKTA:
Úr lógini um heilivág og apoteksverkið:
§ 25. Við heilivág er at skilja vøra, sum ætlað er til at geva fólki ella dýrum til at fyribyrgja, gera av, linna, viðgera ella grøða sjúku, sjúkueyðkenni og pínu, ella til at ávirka likamsvirki.
§ 29. Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í hesi lóg ella av reglum ásettum við heimild í lógini