Sunnudagurin 4. mars 2007 er ein dagur, sum hjúnini Andrew og Margareth Djurhuus ongantíð fara at gloyma. Hetta var dagurin, tá ið sunnudagsidyllur í Syðrugøtu broyttist til lívsvanda eftir einari lítlari løtu. Barnalátur og hugnaprát vóru avloyst av sirenum og hvítum kitlum.
Ungu hjúnini fingu ein kvøkk fyri lívið, tá ið Andrew fekk ilt fyri hjartað, og tey vórðu send til Danmarkar við flogfari á miðjari nátt, fyri at hann skuldi hava nakran møguleika at yvirliva. Á eggini til deyðan upplivdu tey frið við seg sjálvi og sína støðu.
- Eg visti, hvat kundi henda, men eg var ikki bangin. Eg upplivdi ein øgiligan frið, sigur Andrew um hendingina, sum kundi spælt øðrvísi av, men sum við hjálp frá familju, vinfólki og dugnaligum fólki í heilsuverkinum endaði væl.
Helt tað var stress
Tað eru farnir slakir tríggir mánaðir síðani dagin, tá ið lívið hjá Andrew og Margareth varð vent upp og niður.
- Vit høvdu fingið vitjan av vinfólki úr Klaksvík, og børnini spældu uttanfyri. Knappliga kendist tað, sum um eg fekk ein neva í bringuna. Eg hevði ilt við at anda, hevði pínu og fór at sveitta. Eg legði meg á sofuna eina løtu og vildi ikki gera nakað hóvasták burturúr – helt at tað fór at ganga yvir, greiðir Andrew frá.
- Eg helt, at tað kanska vóru symptomir um stress, men vinfólkini vildu hava, at eg fór til lækna beinanvegin. Vit koyrdu til læknan í Fuglafirði, men eg kendi meg betur, tá ið eg kom til læknan. Eftir eina løtu kom hann til ta niðurstøðu, at eg skuldi sendast á Landssjúkrahúsið til kanningar.
- Ambulansi kom eftir mær, og portørarnir hildu meg verða so illa fyri, at teir koyrdu við útrykningi til Havnar. Eg hevði tað so mikið gott í ambulansanum, at eg hevði næstan hug at biðja teir koyra meg heimaftur. Føldi meg eitt sindur illa við at fara til Havnar at seta alt systemið í gongd av ongum.
Helt seg verða til fortreð
Á Landssjúkrahúsinum var Andrew lagdur inn á intensivu deild til observatión. Tað var trongligt á deildini, og hann lá í eini song á gongini.
- Eg føldi meg eitt sindur býttan, tí eg helt, at eg var bara til fortreð. Ein sjúkrasystur, sum vit kendu, segði við meg, at eg skuldi ikki kava útyvir nakað. Eg skuldi siga læknanum akkurát, hvussu eg hevði tað, sigur Andrew.
Margareth var við manninum á Landssjúkrahúsinum, og hon hjálpti Andrew við at fáa okkurt at eta.
- Sjúkrasysturin segði aftaná, at hon sá, at eg skar breyðið til Andrew, og tí helt hon, at alt var ikki í lagi. Tí bað hon Andrew lata verða við at lata ov væl at. Kanska fortrongdu vit tankan um, at tað skuldi verða nakað alvorligt galið, sigur Margareth.
Læknin sendi Andrew í CD-skannaran, og tá ið hann kom útaftur, var sum vent í holuni.
- Eg merkti beinanvegin, at tey høvdu sæð okkurt í skannaranum. Nú var pláss fyri mær inni á einari stovu, onkur annar varð koyrdur út á gongina, og fleiri sjúkrasystrar og læknar rokaðust rundan um meg. Tá hevði klokkan hevði sligið, greiðir Andrew frá.
- Læknin kom so inn og segði, at høvuðspulsæðrin til hjartað var skrædnað. Tað kundu teir einki gera við í Føroyum, og tí skuldi eg sendast til Danmarkar við flogfari beinanvegin. Í mínum arbeiði sum flogmekanikari havi eg fleiri ferðir verið við til at sent fólk niður á sjúkrahús, og tá veit mann, at tað stendur einki til, og at summi koma ikki heimaftur á lívi.
Sendi sms til vinir og familju
Tíðliga mánanáttina var Andrew koyrdur á flogvøllin, har flogfarið hjá Atlantsflogi – hansara egna arbeiðspláss – skuldi flúgva hann niður.
- Tað var ein løgin kensla at koma á flogvøllin. Eg havi sjálvur fleiri ferðir gjørt børuna klára umborð á flogfarinum, og eg havi onkuntíð hugsað, at fyrr ella seinni kemur onkur í hasa børuna, sum eg eg kenni. Eg hevði tó ikki hugsað, at eg skuldi enda í henni, sigur Andrew.
- Kollegarnir hjá mær stóðu har, og tá upplivdu teir helst tað, sum eg hevði hugsað. Magni Arge kom eisini forbí, og tað var eg glaður fyri.
Margareth fór við Andrew til Danmarkar, og á flogvøllinum upplivdu hon, at maðurin vildi geva boð frá sær.
- Andrew var sera bevístur um, hvat hann vildi. Magni og kollegarnir fingu at vita, hvat hann helt um teir, og hann gav eisini ordrar um at senda sms til nakrar persónligar vinir og fólk í familjuni. Hann segði mær, hvat eg skuldi skriva til hvønn, og so sendi eg sms-boð fyri hann. Tað var vigtigt fyri Andrew, at tey ymsu fólkini fingu júst tað rætta at vita frá honum, greiðir Margareth frá.
- Eg fekk eftir einari lílta løtu sagt nøkur ting við fólk, sum eg langt síðani skuldi havt sagt við tey. Eg veit eisini, at fólk fóru at biðja fyri mær, og sms-boð og teldupostar vórðu brúktir fyri at fáa boðini runt, sigur Andrew.
Stóð um lív
Flogfarið hjá Atlantsflogi lætti sær úr Vágum og setti kós ímóti Keypmannhavn, men ivamálið var allatíðina, um Andrew fór at klára ferðina.
- Eg visti, hvat kundi henda, men eg var ikki bangin. Eg upplivdi ein øgiligan frið, og eg var mest keddur um, at tað vóru so nógvir leysir endar heima á kontórinum hjá mær, greiðir Andrew frá.
- Andrew fekk okkurt doyvandi umborð á flogfarinum fyri at halda kroppin í frið, so at æðrin ikki brast. Vit vóru so koyrd ba-bu ígjøgnum morguntrafikkin í Keypmannhavn á Ríkissjúkrahúsið, sigur Margareth.
Á Ríkissjúkrahúsinum var enn einaferð staðfest, at støðan hjá Andrew var álvarsom. Pulsæðrin til hjartað skal vanliga hava ein diametur á 3 sentimetrar, og fólk, sum hava ein hjartafeil, verða vanliga løgd undir skurð, um æðrin víðkast upp upp um 5 sentimetrar. Æðrin hjá Andrew var 7 sentimetrar í diametur, tá ið hann fór úr Føroyum, og niðri lá hon millum 8 og 10 sentimetrar.
- Eg var koyrdur í fullari ferð á operatiónsstovuna. Tey lótu meg úr klæðunum, meðan eg var á veg til operatiónina. Eg føldi meg tryggan, eg var í Guds hond, og eg hevði eisini álit á læknum og sjúkraystrum.
- Tað síðsta, eg minnist áðrenn operatiónina, var, at narkosulæknin var ein stórur eystureuropeari. Tey søgdu við hann, at hann skuldi bíða við at doyva meg, til tey høvdu fingið mína blóðtypu. Men hann svaraði bara, at tað høvdu tey ikki tíð til at bíða eftir, og so legði hann meg at sova, greiðir Andrew frá.
Vaknaði skjótt aftur
Margareth var hjá Andrew inni á stovuni, tá ið tey gjørdu klárt at leggja Andrew undir skurð.
- Eg helt meg standa í vegin, men sjúkrasystrarnar togaðu meg bara nærri til Andrew, so at eg kundi verða hjá honum. Tá ið hann so sovnaði, so varð eg koyrd út. Sjúkrasystrarnar vóru bæði menniskjaligar og professionellar.
- Eg hevði einki sovið um náttina, so eg fór á Hotel Tórshavn fyri at fáa svøvn. Operatiónin skuldi varða einar 9 tímar. Eg kláraði ikki at sova, so eg fór aftur á sjúkrahúsið, og hvørjaferð læknarnir komu framvið, spurdi eg, hvussu tað gekk. Teir lótu væl at, og eg kendi meg tryggari við støðuna.
- Familja og vinir vóru komin á Ríkissjúkrahúsi, og eg fekk eisini eina rúgvu av sms-boðum allatíðina. Tað var vónleyst hjá mær at svara øllum boðunum, men tað var gott at merkja áhugan frá fólki.
Mánakvøldið um seks tíðina var skurðviðgerðin liðug, og Andrew varð lagdur í respirator á eini intensivari stovu.
- Eg slapp inn til Andrew, og eg var positivt yvirraskað av, hvussu hann sá út. Eg hevði roknað við, at tað fór at síggja ógvusligt út eftir operatiónina, men tað gjørdi tað ikki. Eg fekk at vita, at hann fór at liggja soleiðis í tveir dagar, áðrenn hann vaknaði aftur.
- Eg fór aftur á hotellið, tí eg var púra útlúgvað. Nú sovnaði eg og svav væl alla náttina. Eg kendi frið mær á mær og var sannførd um, at hann fór at klára tað. Tá eg fór upp týsmorgunin, gav eg mær góða tíð undir brúsuni.
- Tá eg geri meg kláran at fara á sjúkrahúsi, ringir telefonin á kamarinum. Tað var Símun, ein vinmaður hjá Andrew í Keypmannahavn. Hann segði við meg, at Andrew hevði ringt til hansara. Andrew hevði roynt at ringja til mín, men fekk ikki fatur á mær, og tí hevði hann biðið Símun fáa fatur á mær.
Andrew var vaknaður nógv fyrri, enn tey høvdu roknað við.
- Eg minnist, at eg vaknaði knappliga, og eg visti beinanvegin, hvar eg var, og hví eg var har. Tvær sjúkrasystrar komu beinanvegin til mín, og eg hevði eina undarliga kenslu, tí eg andaði ikki sjálvur og fekk einki gjørt. Eg sovnaði aftur, og tá ið eg vaknaði aftur, fóru tey beinanvegin undir at rigga meg av, so at eg kundi anda sjálvur og kundi tosa, greiðir Andrew frá.
Glaður um at busta tenn
Andrew kom skjótt fyri seg aftur eftir skurðviðgerðina í hjartanum. Pulsæðrin til hjartað var skrædnað, og eitt petti av henni varð skift. Orsøkin var helst, at Andrew hevði ein viðføddan hjartafeil, sum eingin visti um, og hjartaklappurin var eisini skiftur í somu skurðviðgerð.
Eftir 10 dagar á Ríkissjúkrahúsinum var Andrew sendur heim og lá á Landsjúkrahúsinum í eina tíð. Hann noyddist aftur til Danmarkar, tí alt gekk ikki eftir vild, men einki álvarsamt var á vási. Nú er Andrew farin aftur til arbeiðis hjá Atlantsflogi, har hann er flogmekanikari, men hann orkar langt frá so væl, sum hann gjørdi áðrenn skurðviðgerðina.
- Fyrstu tíðina eftir operatiónina var tað næstan sum at byrja umaftur, og eg var glaður, bara eg kláraði tey grundleggjandi tingini sum at busta tenn og lata meg í klæðir. Nú eri komin betur fyri meg, men eg orki ikki so væl, sum eg gjørdi, og tað er sera umráðandi fyri meg, at eg sovi nóg mikið um náttina, sigur Andrew.
- Hetta er ikki sum influensa, og nú eri eg frískur. Eg havi fingið ein mekaniskan hjartaklapp, og hann skal eg læra meg at liva við. Eg verði ongantíð heilt tann sami aftur, men um tað gongur væl, so kann eg verða heilt fullførur aftur. Eg skal sjálvandi ansa eftir onkur og kanska liva meira soleiðis, sum vit øll áttu at liva.
- Útgangspunktið hjá mær er, at eg kundi tað sama verið deyður. Eg havi nógv at takka fyri, og tí síggi eg ongar stórar trupulleikar í, at eg skal liva við hesum restina av lívinum. Kanska komi eg ongantíð aftur at orka so væl, sum eg gjørdi, møguliga skal eg taka medisin restina av lívinum, men eg eri bara fegin um, at eg eri á lívi, og eg skal nokk klára tað.
- Onnur fólk eru deyð av tí, sum mær feilti, og tað kann verða ringt at skilja, hví eg skuldi yvirliva og onnur doyggja. Eg eri eingin betur persónur enn nakar annar, men eg fekk ein kjans afturat, sigur Andrew.
Margareth sigur seg verða sera takksama fyri alla ta hjálp, tey hava fingið hesa truplu tíðina.
- Vit hava møtt hjálpsemi allastaðni, og vit komu ígjøgnum hetta millum annað tí, at vit fingu so nógva hjálp frá familju, vinum, starvsfeløgum og heilsuverkinum, sigur hon.
Margareth heldur eisini, at maðurin er broyttur eftir lívshóttandi hjartatilburðin og skurðviðgerðina.
- Andrew er meira málrættaður, enn hann var. Um okkurt skal gerast, so ger hann tað, og hann hugsar meira um at njóta dagligdagin.
Fakta
Margareth og Andrew Djurhuus búgva í Syðrugøtu
Tey eru bæði 32 ára gomul
Tey eiga børnini Bjørg (8) og Benjamin (6).
Andrew starvast sum flogmekanikari hjá Atlantsflogi
Margareth er ráðgevi í Eik
Riggaði ikki at ringja
Tá ið Andrew vaknaði eftir skurðviðgerðina, vildi hann geva boð frá sær, men tað gekk illa við at ringja til fólk.
- Eg fekk einki samband við nakra føroyska telefon. Eg royndi við mínari telefon, og so við telefonini hjá onkrari av sjúkrasystrunum, men tað segði tað sama. Einki samband var við tey føroysku nummrini. Vinamaðurin hjá mær, Símun, býr í Keypmannahavn, og eg dugdi hansara telefonnummar í høvdinum, so eg ringdi til hansara klokkan sjey um morgunin og bað hann fáa fatur á Margareth. Hann var helst eitt sindur kløkkur, tá ið eg ringdi, sigur Andrew.
Kendu seg væl í Danmark
Hjartadeildin á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn verður vanliga roknað sum ein tann besta av sínum slagi. Og Andrew og Margareth kendu seg eisini væl á deildini.
- Starvsfólkini vóru menniskjalig og fyrikomandi. Læknin gav sær stundir til at tosa við Andrew eftir skurðviðgerðina. Hann royndi at greiða frá og svara øllum spurningum, og bara at sita og tosa við læknan, sum hevði gjørt skurðviðgerðina var sera tryggjandi fyri okkum. Vit kendu á okkum, at vit eisini fingu sálarliga hjálp frá teimum, siga Andrew og Margareth