Ung í Grønlandi drekka ov illa

Nú verður roynt at fyribyrgja, at børn og ung í Grønlandi byrja at drekka og at viðgera tey, sum drekka ov illa Altsamt fleiri ungfólk í Grønlandi hava trupulleikar við rúsdrekka, og nú hava fyribyrgingarráðgevarnir í býnum Ilulissat gjørt av at taka stig til at venda gongdini.

Sum tann fyrsti býurin í Grønlandi bjóðar Ilullissat ungum viðgerð ímóti rúsdrekkamisnýtslu, og ætlanin er at skipa eina viðgerðarstøð, sum skal hava eitt sokallað ferðalið av ráðgevum.

Í hesum døgum er eitt serligt tiltak í Grønlandi, og málið er, at vika 18 skal vera alkoholfrí. Helga Nielsen, fyribyrgingarráðgevi og stigtakari til ta alkoholfríu vikuna, sigur við KNR, at børn og ung, sum byrja tíðliga at drekka og at roykja hasj, hava ofta trupulleikar heima við hús.