Ung fyri Miðflokkin ynskir ikki at hækka lestrarstuðulin!

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt lógaruppskot hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Uppskotið snýr seg um at hækka mánaðarliga studningin til lesandi á hægri útbúgving frá 3.815 kr til 4.315 kr. Umframt hetta skal mánaðarligi barnastudningurin til lesandi foreldur hækkast við 34 kr, og einligir forsyrgjarir skulu fáa studning í 12 mánaðir, heldur enn teir 11 mánaðirnir, ið lesandi vanliga fáa. Í lógaruppskotinum stendur, at samgongan áhaldandi ætlar sær at leggja nýggj uppskot fram næstu trý árini, har tey hækka ymsar lestrarstuðulsupphæddir við uml. 6 mió kr. árliga.

 

At geva pengar av fíggjarlógini til fólk er altíð lætt og dámligt hjá teimum, sum fáa pengarnar, men tá talan nú er um skattaborgarans pening, eigur stjórnin at seta spurning við, um hendan upphæddin er rímilig. Altso mugu vit spyrja hví Mentamálaráðið ynskir at hækka lestrarstuðulin.

 

Mentamálaráðið viðmerkir til lógaruppskotið, at “málið er at fáa føroyska lestrarstuðulin á hædd við tað, sum føroyingar hava rætt til, tá ið tey lesa uttanlands”.

 

Sambært Studni, so er lestrarstuðulin munandi hægri í Føroyum enn í Íslandi, Noregi og Svøríki. So upphæddin er longu omanfyri hæddini, ið føroyingar hava rætt til í flestu av okkara nærmastu grannalondum. Gamaní er studningurin eitt sindur lægri í Føroyum enn í Danmark, men vert er at minna á, at Danmark veitir heimsins hægsta studning.

 

Mentamálaráðið viðmerkir eisini, at “samgongan hevur sett sær fyri at bøta um korini hjá lesandi í Føroyum, so fleiri lesa og støðast í Føroyum”. Hetta ætlar samgongan at gera við at hækka lestrarstuðulin. Men hevur lestrarstuðul so stóra ávirkan á, hvørt fólk velja at lesa í Føroyum?

 

Fróðskaparsetur Føroya fingu í ár eitt metstórt umsøkjaratal. Talið av umsøkjarum vaks næstan við 50% frá 379 í fjør til 563 í ár. Somuleiðis er talið av lestrarplássum voksið úr 248 í fjør til 409 í ár. Sambært fróðskaparsetrinum er umsøkjaratalið voksið støðugt seinastu árini. Hesin stóri vøksturin av ungum, ið velja at lesa í Føroyum er komin, hóast lestrarstuðulin ikki er hækkaður í fleiri ár. So tað passar ikki, at talið av lesandi og lestrarstuðli fylgjast lutfalsliga uppeftir.

 

Fyri nøkrum árum síðani lækkaði man lestrarstuðulin til tey flestu miðnámskúlalesandi, men í dag síggja vit, at umsøkjaratølini hóast alt hava sligið met næstan hvørt ár á øllum miðnámskúlum í landinum, síðani man broytti hesa stuðulsupphæddina.

 

So um vit m.a. við grundgevingunum hjá landsstýriskvinnuni skulu meta um tað er rímiligt at brúka 6 mió kr. komandi ár til at hækka lestrarstuðulin, so er svarið frá okkum eitt greitt “nei!”. Tískil ynskja vit ikki, at Løgtingið samtykkir hetta lógaruppskotið.

 

Vit viðurkenna tó, at tað hjá fleiri lesandi kann vera trupult at fáa endarnar at røkka saman, og tí halda vit sjálvandi at korini eiga at betrast, so leingi tað er rímiligt. Lesandi eiga at fáa betri møguleikar fyri at fáa eina lestraríbúð at støðast í undir lestri. 

 

Vit ynskja eisini, at ein heldur enn at hækka sjálva lestrarstuðulin, betrar um møguleikan hjá lesandi at fáa eitt hægri rentufrítt lestrarlán frá landinum, enn tey hava í dag.

 

Um vit saman við hesum tveimum broytingum, eisini arbeiða støðugt við at lækka prísstøðið í Føroyum, so hava vit framt tríggjar rímiligar broytingar, sum gera stóran mun fyri lesandi í Føroyum. Hettar er nakað, sum samgongan miðvíst átti at arbeitt við, heldur enn at blaka pengar eftir fólki.

 

Vert er eisini at viðmerkja, at allir sjey nevndarlimir hjá UfM hava verið, eru ella fara undir hægri lesnað.

 

Vegna nevndini í Ung fyri Miðflokkin

Jón Steintún, næstformaður

Aksel Berg, nevndarlimur