Ung fingið umboð í UNESCO nevndini

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú sett nýggja, føroyska UNESCO nevnd.

 

Í nýggju nevndini eru: 

Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið

Andras  Mortensen, stjóri Søvn Landsins

 Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf

Barbara Gaardlykke Apol, nevndarlimur í NUF og forkvinna í SU

Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR

 

Nevndarlimirnir, ið umboða nevndir, ráð og stovnar innan virkisøkið hjá UNESCO, verða valdir fyri fýra ár í senn.

 

Í frágreiðing um virksemið hjá føroysku UNESCO nevndini 2012-2016, varð víst á, at tey ungu eru ein týðandi liður í UNESCO samstarvinum, eitt nú í Youth Forum, har heimsins ungu annað hvørt ár hittast í sambandi við aðalfundin í Paris.

 

Nevndin mælti tí til, at eitt umboð fyri tey ungu fær sæti í føroysku UNESCO nevndini, og millum nýggju nevndarlimirnar er Barbara Gaardlykke Apol, sum er nevndarlimur í Norrøna Ungmannafelag Føroya og forkvinna í Sosialistisk Ung.

 

Fyrsta føroyska UNESCO nevndin varð sett í sambandi við norðurlendska UNESCO fundin, ið var í Føroyum í mai 2012.

 

Sambært reglunum er endamálið hjá nevndini at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í UNESCO málum og hjá føroysku sendinevndini á aðalfundinum hjá UNESCO. Harafturat skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti.