Ung í Føroyum sýna fram list í Keypmannahavn

At verða sæddur og hoyrdur í samfelagnum, at búgva í Paris ella at eta shawarmu við drottningini?. Hetta eru bara tríggir av teimum dreymum, sum eru komnir inn til Danmarkar størstu sensureraðu listaframsýning fyri ungdóm, »Ungdommens Vårsalong 2010«.

Í ár er temaið »Tað, eg droymi um«, og 220 verk eru útvald av eini professionellari dómsnevnd millum fleiri hundrað innsend avrik. Framsýningin verður latin upp av barna- og ungdómsborgmeistaranum, Annu Vang, mikudagin 28. apríl klokkan 16.30 á Keypmannahavnar Ráðhúsi.

Ungdómsskúlin í Keypmannahavn heldur tólvta ár á rað Danmarkar størstu sensureraðu listaframsýning fyri ung millum 13 og 18 ár. Við framsýningini fáa tey ungu høvi til at fáa teirra arbeiði dømd professionelt av eini dómsnevnd, og tey fáa møguleika fyri at vísa síni listarverk fyri almenninginum. Í dómsnevndini sita Steffan Henrik, Elisabeth Ryde og Christel Lundberg, og fyri tey hevur tað í ár verið ein serliga stór fragd at síggja, at tað listarliga støðið er hægri, enn tað hevur verið fyrr. Harumframt er tað aftur í ár stórt fjølbroytni í evnavali: Har eru fotomyndir, installatiónir, filmir, høggmyndir og nógv meira.

Framsýningin er ikki bara fyri ungar keypmannahavnarar. Sum vant eru ungir luttakarar úr Århus, Odense, Ålborg og Esbjerg. Sum nakað heilt nýtt er tað norrøna samstarvið, sum higartil hevur verið avmarkað til eitt samstarv við Malmø, í ár víðkað til eisini at fevna um Føroyar. Og her hava fólk, sum skipa fyri framsýningini av álvara upplivað, at tað er stórur munur á, hvussu ung í Norðanlondum listarliga gera vart við seg.

- Tey ungu listarfólkini úr Føroyum hava t. d. flýggjað okkum listarverk í tøting! Verkini eru bundin av plátuvatti, plastikki og leðri, og tey eru bundin við einum kustaskafti í staðin fyri vanligum bindingarstokkum. Tað er alt samalt nógv øðrvísi, men eisini sera inspirerandi, sigur Katrin Nolsøe, sum er primus motor fyri framsýningini.

Hon er fegin um at síggja, at framsýningin er í vøkstri.

- Vit eru ógvuliga glað um at kunna víðka tað norrøna samstarvið, og næsta ár ætla vit at arbeiða miðvíst fyri at fáa onnur norrøn lond við. Tað gevur framsýningini eitt flog, sum vit ikki hava sæð higartil, sigur hon

Verkini verða sýnd á Kjøpinhavnar Ráðhúsi frá 29. apríl til 8. mei, har øll eru sera vælkomin. Framsýningin verður latin upp av Annu Vang, barna- og ungdómsborgmeistara við ferniseringina mikudagin tann 28. apríl kl. 16.30