Ung í Føroyum eru rættiliga ósamd um vit skulu seta forboð fyri at brúka vørur úr einnýtis-plasti ella ikki.
Tað vísti viðgerðin á Ungdómstinginum fyrr í vikuni, har næmingar í skúlunum kring landið fingu høvi til at manna Løgtingið
Spurningurin um at banna vørum úr einnýtis-plasti, er annars spurningur, sum er nógv frammi nú á døgum, og í næstum skal Løgtingið eisini taka støðu til um vit skulu seta forboð fyri at brúka vørur úr einnýtis-plasti, uttan á sjúkrahúsum, og aðrastaðni, har tað er neyðugt fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Og hetta var eisini eitt av málunum, sum varð viðgjørdur á Ungdómstinginum, og har vísti tað seg, at ungdómurin hevur ikki eina greiða støðu til, um vit skulu banna vørum úr plasti, ella ikki.
Tað vóru næmingar úr 9. flokki á Tvøroyri, sum løgdu uppskot fyri Løgtingið um at seta handlum forboð fyri at selja beriposar, koppar, tallerkar og borðbúnað úr einnýtis-plasti.
Hetta er eitt átak fyri umhvørvisvernd, sum kann vera við til at gera náttúruna reinari, minka um CO2 útlátið og spara fleiri djóralív, siga tey.
Tey halda, at vit skulu í størri mun brúka vørur úr ull, bummull, og aðrari, burðardyggari rávøru
Tey halda, at hetta kundi verið tað fyrsta stigið, men at fleiri tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at gera Føroyar grønari og burðardyggari.
Uppskotið varð samtykt, men tað var akkurát so. Tað vísti seg, at 13 limir í ungdómstinginum atkvøddu fyri, níggju atkvøddu ímóti og heili 10 atkvøddu blankt.
Sostatt hevur meirilutin í Ungdómstinginum samtykt, at heita á landsstýrið leggja eina lóg fyri Løgtingið um at banna óneyðugum einnýtisplasti.
Tey, sum taka undir við tí, halda eisini at ein máti er at upplýsa meira um evnið fyri at fáa fáa fólk at broyta hugburð.
– Hægri prísir á plastvørum er eisini ein háttur at fáa fólk at broyta atburð, men tey halda, at koppar, tallerkar, súgvirør, lok, og aðrar einnýtisvørur, eiga heilt víst at verða bannað í handlunum.
Tey halda eisini, at tað er ikki tað, at fólk ikki vita um trupulleikan, men tað rínur bara ikki við, og tí er neyðugt at seta bann fyri tí.
Tey, sum eru ímóti einum slíkum forboði, halda, at tað fer at kosta handilsvinnuni alt ov nógv at skula burturbeina allar plastvørur úr handlunum.
Tey vænta heldur ikki, at uppskotið fer at broyta so nógv í, og tey halda, at er hetta ein so stórur trupulleiki, kunnu fólk sjálvi halda upp at at keypa plastvørur. Minkar eftirspurningurin, minkar, framleiðslan eisini, halda tey.
– Frælsu marknaðarkreftirnar skulu sleppa at ráða, og tað almenna eigur ikki at gera av, hvørjar vørur handlarnir skulu kunna selja, var tað ein, sum helt.
Onkur annar helt, at tað er meiningsleyst at seta forboð fyri at selja einnýtisplast, tí tað kann raka søluna hjá handlum.
Og tey halda, at skulu vit brúka pappír í staðin, skulu enn fleiri trøð fellast og tað halda tey er óheppið, tí tey halda, at vit fella longu alt ov nógv trøð, sum er.
Tey halda, at skal endamálið vera at broyta hugburðin, er betri at seta prísin upp, tí so fara fólk at brúka posarnar fleiri ferðir.











