Ung bíða 11 mánaðir eftir viðgerð

Hóast bíðirøðin var nærum burtur í 2014, tekur tað nú 11 mánaðir, áðrenn børn og ung kunnu vænta at sleppa til psykiatriska útgreinan á Landssjúkrahúsinum.

 

Sálarliga støðan hjá føroyskum børnum og ungum tykist gerast alsamt verri. Í øllum førum, um tølini á ávísingum frá kommunulæknum skulu nýtast sum mát. Í svari til Rana Andrasson Skaalum, sum sat á tingi fyri Jenis av Rana, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at talið á ávísingum til barna- og ungdómspsykiatriina er er nógv økt seinastu árini. Hon sigur, at í 2012 fekk Landssjúkrahúsið 77 ávísingar frá kommunulæknum, men at í 2015 var talið komið upp í 160 ávísingar og 149 í fjør.

- Avleiðingin er, at bíðitíðin til útgreining og viðgerð aftur er longd munandi eftir hon mestsum var burtur í 2014. Psykiatriski depilin upplýsir í viðmerkingum til spurningin, at bíðitíðin til útgreinan í dag er upp í 11 mánaðir, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at stig verða tikin fyri at minka um bíðilistan aftur. Peningur er settur av til fleiri serlæknar í sjúkrahúsverkinum, og ætlanin er, at partur av hesum skal nýtast til at uppraðfesta barna- og ungdómspsykiatriina sigur landsstýriskvinnan. Ætlanin er at seta ein barna- og ungdómspsykiatara afturat í starv í ár.

 

Rani Andrasson Skaalum spurdi landsstýriskvinnuna, um børn og ung, sum stríðast ymiskt etingarólag, fáa tilboð um viðgerð í Føroyum og um ætlanir vóru at raðfesta barna- og ungdómspsykiatrina hægri.

 

Sirið Stenberg upplýsti eisini, at fimm ung hava fingið ambulanta viðgerð fyri etingarólag á psykiatriska deplinum í fjør. Tey, sum hava tørv á intensivari viðgerð verða innløgd á donsk sjúkrahús, men Sirið Stenberg upplýsir ikki, hvussu nógv talan er um.