Tórshavnar kommuna fer aftur í ár undir verkætlanina Ung í Arbeiði. Fyrra tíðarskeiðið er frá 2. juli - 13. juli og seinna tíðarskeiðið er frá 16. juli - 27. juli.
Tey ungu fara at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði, so sum smáumvælingar, lúka og sópa gøtur, mála og rudda fyri at fríðka um kommununa.
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar Kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Í ár er kravið at umsøkjarin ert blivin 14 ár 2. juli , men ikki 17 ár 27. juli. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør.
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga frá kl.8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.










