Undur á Tjóðpallinum

Eitt undur kallar Tjóðpallurin tað, tá leikarar fara á pall við stórfingnari uppseting av nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen leygardagin. Leikurin er um ein álvarsliga sjúkan drong, sum droymir at hann er Pinocciho í eini søgu, ið snarar kring spurningin, hvat tað vil siga at vera menniskja. Búi Dam hevur skrivað tónleikin til leikin.