Tá gravarar fyri nøkrum døgum síðani gróvu leivdirnar av einum munki uppaftur, fingu teir ein hvøkk, tí hóast munkurin doyði fyri 15 árum síðani, var líkið at kalla einki broytt.
Síðani hava fýra læknar skoðað líkið av Vissarionas Korkoliakos fyri at loysa gátuna, og fólk í hundraðtali hava vitjað gravstað hansara. Men Nikolaos, biskupur, hevur gjørt greitt, at munkurin verður ikki gjørdur til halgimenni, sjálvt um hann viðgongur, at hetta man vera eitt tekin frá Guði.










