Tað er amerikanska tíðaritið Publishing Trends, sum kunngerð listan yvir 15 teir mest týðandi metseljararnar kring heimin.
Í tvey ár á rað hevur Undtagelsen verið at sæð á donskum metseljaralistum. Bókin er seld í meir enn 100.000 eintøkum í Danmark og er harumframt seld til útgávu í 12 øðrum londum.
Undtagelsen tekur støði í eini hending á donsku kunningarstovuni um fólkadráp, har tvey av starvsfólkunum ein dagin fáa teldupostar við deyðshóttanum. Ótti og ræðsla breiða seg á skrivstovuni, og spakuliga byrjar avdúkingin av einum dýpi av ráðagerðum, happing og ondskapi.
Metseljaranna metseljarar:
1. Dan Brown, The Da Vinci Code
2. Dan Brown, Angels & Demons
3. Paulo Coelho, The Zahir
4. Dan Brown, Digital Fortress
5. Gabriel Garcia Marquez, Memories of My Melancholy Whores
6. Dan Brown, Deception Point
7. Carlos Ruiz Zafon, The Shadow of the Wind
8. J.K. Rowling, Harry Potter (1-6)
9. John Grisham, The Broker
10. Caldwell/Thomason, The Rule of Four
11. Michel de Cervantes, Don Quixote de la Mancha
12. Christian Jungersen, The Exception
13. Wilbur Smith, The Triumph of the Sun
14. Francois Lelord, Hectors Journey
15. Sidney Sheldon, Are you Afraid of the Dark?
Kelda: Publishing Trends