Tað má sigast vera eitt undur, at Monique van der Vorst í dag hevur fullan førleika, eftir at hava sitið í koyristóli í 14 ár.
Hon var nevniliga bara 13 ára gomul, tá hon varð løgd undir eina rutinu skurðviðgerð í øklinum. Men læknarnir gjørdu ein feil og skaddu eina nerv í vinstra beini sum førdi við sær, at vinstra síða lammaðist frá mjødnini og niður í fótin.
Í 2008 var hon aftur óheppin. Tá hon súklaði gjøgnum gøturnar í Amsterdam við sínari hondsúklu, har hon brúkti hendurnar at súkla við, kom ein bilur úr leysum lofti og rendi á van der Vorst. Hetta førdi við sær, at hon skaddi ryggmergin og gjørdist lamin frá lívinum og niðureftir, og so vóru bæði beinini ónýtilig.
Monique van der Vorst gav tó ikki upp, men vandi ógvuliga hart til Paraolympisku Leikirnar í Beijing, og har vann hon tvey silvurmerki á hondsúklu síni.
Men so ein dagin í fjør hendi nakað, sum hollendskir læknar hava ilt við at forklára. Tá varð Vorst enn einaferð árend, hesaferð av einum øðrum súklisti.
Eg lá so aftur á sjúkrahúsi og hevði ræðuliga pínu. Eg hevði ilt í øllum kroppinum, og eg var bangin fyri, at eg heldur ikki megnaði at koma aftur í koyristólin, sigur nú 27 ára gamla Monique van der Vorst við enska blaðið The Telegraph.
Eitt kvøldið gjørdist hon tó ovfarin.
Knappliga kendi eg, at tað kitlaði í vinstra fóti, sigur Monique van der Vorst.
Morgunin eftir fingu læknarnir at vita, hvat var hent, men teir høvdu onga frágreiðing um hvat tað var, ið var hent.
Van der Vorst ringdi síðani til foreldrini, Elijse og Ed, sum komu á sjúkrahúsið saman við stórabeiggja, Joost.
Og tey fingu ein lítlan skelk, tá Monique tók ímóti teimum, standandi mitt á gólvinum uttan hjálpitól av nøkrum slag.
Í síðstu viku skrivaði Monique van der Vorst undir ein sáttmála við professionella súkluliðið, Rabobank, og nú satsar 27 ára gamla van der Vorst hart fram móti OL í Rio de Janeiro og ikki paralympic í 2016.
Áhugin frá fjølmiðlunum hevur verið ovurhonds stórur, og telefonin ringir frá øllm heiminum. Monique van der Vorst hevur tó biðið um at fáa frið og vil ikki úttala seg, fyrr enn á einum tíðindafundi, sum verður í Utrecht í Hollandi í næstu viku.