Talan er um dyst í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, har Undrið FF upprunaliga skuldi hava heimavøll.
Men av tí, at Undrið FF hevur havt trupulleikar við at fáa dystin avgreiddan til ætlaðu tíð, orsaka av øðrum dystum í Gundadali tá, hava Undrið FF og ÍF gjørt av at flyta dystin til Fuglafjarðar.
Hetta merkir, at sjálvur leikdagurin er óbroyttur. Dysturin verður spældur leygardagin 27. mars klokkan tvey, men tað verður á Fløtugerði í Fuglafirð heldur enn í Gundadali í Havn.