STARV
Tvær ferðir var Símun V. Arge til setanarsamrøðu, og tvær ferðir varð Símun V. Arge innstillaður til at fáa starvið sum landsantikvar. Allíkavæl fekk Símun V. Arge ikki starvið, sum hann annars hevur røkt í meira enn eitt ár.
Danin Steffen Stummann Hansen varð settur sum landsantikvar heldur enn Símun V. Arge.
Fyrstu ferð Sìmun V. Arge var til setunarsamrøðu var 22. november 2002. Hann fekk at vita, at tað skuldi ganga ein vika, áðrenn at frætta aftur um starvið, men einki frættist aftur í longri tíð, og hann varð heilt óvæntað kallaður inn til eina nýggja setunarsamrøðu.
Meðan hin fyrra var við sjálvan setunarbólkin, so var hendan seinna við landsstýrismannin, Annlis Bjarkhamar.
? Bæði eg og hann (Steffen Stummann Hansen, blðm.) skuldu til samrøðu aðru ferð. Tað er sera óvanligt at skulu til tvær setunarsamrøðu. Vanliga plagar hetta at vera við setunarbólkin, og eg spurdi eisini eftir, hvar hann var, men eg fekk so at vita, at hann ikki skuldi vera við, sigur Símun V. Arge.
Eftir drúgva umhugsunartíð hevur Annlis Bjarkhamar so gjørt av at seta Steffen Stummann Hansen í starv sum landsantikvar.
Undrast
Nú tað er greitt, at virkandi landsantikvar ikki heldur fram í starvinum, so undrast hesin mest av øllum.
? Eg undrist yvir mannagongdina í málinum. Tilmælið frá setunarbólkinum og starvsfólkapolitikkurin verða ikki fylgd, og tað undri eg meg yvir, sigur Símun V. Arge.
Spurdur, um hann kennir hesa avgerðina hjá landsstýrismanninum, Annlis Bjarkhamar, sum eina reint politiska avgerð, sigur Símun, at tað kann hann ikki gera stórvegis viðmerkingar til.
?Tá ein landsstýrismaðurin velur at kveistra tilmælið frá setunarbólkinum til viks, so má okkurt liggja undir hesum. Eg má so finna útav, hvør orsøkin er til hetta, sigur Símun V. Arge.
Virkandi landsantikvar sigur sostatt ikki, at Annlis Bjarkhamar hevur havt politiskan vinning fyri eyga, tá hon ikki hevur viljað sett hann í starv.
Símun V. Arge hevur ikki hug at gera aðrar viðmerkingar til málið í løtuni. Hann vísir tó aftur, at orsøkin til, at hann ikki varð settur í starv, skyldast hansara leikluti í málinum viðvíkjandi Kirkjubømúrinum. Hann roknar við, at orsøkin man vera ein onnur.
Royndur
Sjálvur er Símun V. Arge cand.mag í miðaldarfornfrøði. Hann hevur røkt starvið sum fyribils landsantikvar í meira enn eitt ár. Hann er leiðari á fornfrøðideildini á Føroya Fornminnissavni. Hetta starv vendir hann aftur til, tá Steffen Stummann Hansen byrjar í starvinum sum landsantikvar. Símun V. Arge er 52 ára gamal.
Steffen Stummann Hansen er 47 ára gamal. Hann er útbúgvin mag. art. í forsøguligari fornfrøði og hevur gjøgnum vísindaligt virksemi vunnið sær førleika innan miðaldarfornfrøði, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum.
Meira enn
Hóast hann ikki hevur so nógvar viðmerkingar í løtuni, so er síðsta orðið hjá Símun V. Arge ikki sagt í hesum málinum.
?Eg fari nú at umhugsa støðuna, sigur Símun.
Spurdur, sigur Símun, at tað kann væl hugsast, at málið verður lagt fyri Magistarafelagið, har hann er limur.