- Fyrst av øllum er tað undrunarvert, at Sjúrður Rasmussen, sum embætismaður - og sum liður í eftirlitsskyldu løgmansins sambært § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini - leggur út við at siga, at "Hendan frágreiðingin er ikki – og gevur seg ikki út fyri at vera – óheft". Víðari skrivar Sjúrður Rasmussen, at ”frágreiðingin ikki er ein dómur, men ein meiri ella minni óviss forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli.” Altso, skal eftirlitsskyldan hjá løgmanni sambært stýrisskipanarlógini vera ein meiri ella minni óviss politiskt heft forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli?!? Tað virkar ikki sum ein serliga betryggjandi eftirlitsskylda í míni verð, skrivar Torkil V. Rasmussen í grein, sum kann lesast í fullum líki aðra staðni her á in.fo.
Torkil V. Rasmussen finst eisini hvassliga at, at frágreðingin als ikki viðger sentrala spurningin, um tað yvirhøvur var heimild í tunnilslógini at veita einkarætt til privat felag, eins og hann ikki skilir, hvør heimild skuldi verið veitt fyri einum break-fee.
- Játtanin á 6. mió til forkanningar klárt treytað av, at tann, ið fær einkarættin, skal endurrinda landinum hesa upphædd. Av tí at játtanin er treytað av, at hon skal endurrindast, er tað í náttúru málsins (sagens natur) ikki heimild til at gera semju um ”break fee”, ið IKKI verður endurrindað. Harafturat kendi løgtingið eiheldur til nakran loyniligan klausul um break fee, so har er eiheldur demokratiskur vilji aftanfyri játtanina á 6 milliónir til ”break fee”, skrivar Torkil V. Rasmussen, sum at enda staðfestir, at tað hoyrir ongastaðni heima í einum demokratiskum samfelag, at demokratiska viðgerðin verður avmarkað ella dikterað av einum privatum vinnufelag.
Greinin hjá Torkil V. Rasmussen kann lesast í fullum líki í teiginum til viðmerkingar her á in.fo.