Undirvísingargudstænastur í Eiðis prestagjaldi í heyst

Nomið verður við nakað av tí heilt grundleggjandi í okkara kristnu trúgv. 

Í næstum verður skipað fyri 6 undirvísingargudstænastum í Eiðis prestagjaldi. Undirvísingargudstænasturnar verða 2 dagar í september, oktober og november, har ið nomið verður við nakað av tí heilt grundleggjandi í okkara kristnu trúgv. 

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Eiðis prestagjald á folkakirkjan.fo.

 

Altargongd verður eisini hvørja ferð.

 

Skráin:

 

03. september kl. 11.00 í kirkjuni við Norðskála.

    Evni: Trúgvin.


24. september kl. 11.00 í Gjáar kirkju og kl. 13.00 í Funnings kirkju.

      Evni: Avnoktanin.

 

01. oktober kl. 12.00 í Eiðis kirkju.

Evni: Lógin og evangeliið.

 

15. oktober kl. 12.00 í kirkjuni við Norðskála.

Evni: Játtanarritini.

 

12. november kl. 11.00 í Funnings kirkju og kl. 13.00 í Gjáar kirkju.

Evni: Náðimiðlarnir.

 

19. november kl. 12.00 í Eiðis kirkju.

Evni: Dómurin.