Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe eru allar eru lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og tær tríggjar hava nú vunnið sera stóran heiður fyri avbera góða undirvísing.
Tær tríggjar eru toymið av útbúgvingarleiðarum aftan fyri masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, og nú letur Novo Nordisk Grunnurin teimum hálvaaðru millión krónur og herðaklapp fyri teirra stóra menningararbeiði av fakliga umhvørvinum, tá talan er um heilsuvísindi í Føroyum.
- Dygdargóð undirvísing er avgerandi fyri at hugfanga universitetslesandi og fyrireika tey til eina starvsleið á vísinda-, tøkni- og heilsuøkinum. Við hesum heiðurslønum vilja vit økja tilvitið um, hvussu týdningarmikil góð undirvísing er og geva íblástur til framhaldandi menning av hægri útbúgvingunum, sigur Berith Bjørnholm frá Novo Nordisk Grunninum, sum hevur starvsheitið Senior Vice President for Education & Outreach.
Grundgevingin hjá Novo Nordisk Grunninum fyri at lata Ásu, Marin og Annu Sofíu heiðurslønina er, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum. Útbúgvingin leggur dent á heilsu og trivnað í oyggjasamfelagnum og hevur skapt eitt livandi útbúgvingarumhvørvi, sum gevur lesandi møguleika at menna sín fakliga profil.
Ein av styrkjunum við masterútbúgvingini í heilsuvísindum er, at undirvísingarhættirnir hava ført til, at fleiri vísindaligar greinar eru skrivaðar av lesandi saman við undirvísarum. Hetta lyftir ikki bara útbúgvingarliga stigið, men ger eisini viðkomandi vitan um føroysk viðurskifti tøka á altjóða pallinum. Lesandi hava harumframt fingið møguleika at brúka ástøðiliga vitan í ítøkiligum verkætlanum, sum viðgera avbjóðingar í føroyska heilsuverkinum.
Ása, Marin og Anna Sofía leggja sjálvar dent á, at menningin av masterútbúgvingini er eitt felags tak. Aftrat teimum trimum arbeiða eisini Anna Sofía Fjallheim, námslektari, og Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, við útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.
Heiðurslønin er upp á tilsamans hálvaaðru millión krónur, har hvør teirra persónliga fær 25.000 krónur, meðan restin fer til Fróðskaparsetur Føroya at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.
Anna Sofía Veyhe, núverandi útbúgvingarleiðari, Marin Strøm og Ása Róin, sum báðar áður hava verið útbúgvingarleiðarar, siga, at tær saman við deildarleiðsluni fara at leggja eina ætlan fyri, hvussu menningin skal fara fram.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum varð stovnað sum partur av eini tilgongd at menna heilsugransking og heilsuútbúgvingar í Føroyum, og har fígging úr Sjúkakassagrunninum varð markað til endamálið.
Magni Mohr, professari og dekanur á deildini, sigur, at allir starvsfelagar frøast og eru sera errin av heiðurslønini.
- Deildin hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu tíggju árini og hevur í dag breiðar heilsuvísindaligar førleikar. Masterútbúgvingin er ment júst hetta tíðarskeiðið av fyrst av øllum Ásu, Marin og Annu Sofíu, sum hava arbeitt miðvíst og við nærlagni. Útbúgvingin er vísindaliga sterk og við atliti at føroyskum viðurskiftum. Vit á deildini eru sanniliga glað og stolt av hesum heiðrinum, sigur Magni Mohr.
Hann leggur afturat, at hetta er eitt dømi um, hvat kann birtast, tá almennu Føroyar velja at marka penging til gransking á ávísum strategiskum øki.
Fíggingin frá Sjúkakassagrunninum kann brúkast sum fordømi fyri onnur vitanarøki, sum samfelagnum tørvar, og sum vit vilja menna.
Hjartaliga til lukku við hesi flottu heiðurslønini, Ása, Marin, Anna Sofía og alt Setrið!