Undirvantsmyndir í Norðurlandahúsinum

Í morgin, týsdagin, letur upp fotoframsýning hjá Inga Sørensen í Norðurlandahúsinum. Talan er um myndir, hann hevur tikið undir vatni. Framsýningin hevur heitið »Masquerate«.

- Tá tú kavar á havbotninum kring oyggjanar, fær tú fantastiska nógvar assosiatiónir. Nógv, sum tú sært, minnir ikki sørt um bæði eitt og annað, tú sær omanfyri sjóarmálan. Tað brúki eg í framsýningini, assosiatións-konseptið, sigur Ingi Sørensen.

- Eg havi kava við nógvum útlendingum her í Føroyum. Øll eru fullkomuliga bergtikin av okkara fjølbroyttu »seabed« havbotni, sigur hann.

Framsýningin verður opin nakrar dagar fram.