Undirvísingarmiðlar og visjón 2015

Tú veitst ikki, um tú skalt flenna ella gráta, nú ið løgmaður ger greitt, at ætlanirnar viðvíkjandi visjón 2015 aftur skulu takast fram – nakrar vikur eftir, at henda samgongan harðliga hevur skorið játtanir burtur til júst teir stovnar, sum undirvísingarliga skulu lyfta okkum upp á eitt hægri støði

Føroya skúlabókagrunnur fyllir í ár fimmti ár, og tað hevur kostað avvarðandi grunsins ómenniskjansligt stríð at fáa landsins skiftandi stýri at kvinka játtanina til skúlabókagerð upp so frægt, at hon so dánt fylgir øktari dýrtíð.

 

Føðingardagsgávan frá fíggjarnevndini er, at kr. 500.000 verða skornar av játtanini fyri 2009, og ein hálv millión eru nógvir pengar, tá ið vit tala um hetta økið.

 

Eitt, ið nógv hevur verið talað um seinastu mánaðirnar, er, at nú ræður um at stýra soleiðis, at fólk ikki flyta av landinum, men at fólk – serliga familjur við børnum - fáa hug at flyta til Føroya.

 

Kanna vit henda spurning og bera hann saman við støðuna á økinum, sum hevur við undirvísingarmiðlar at gera, so hava vit ikki nógv at bjóða. Í øllum grannalondum okkara, hagar fólk vanliga flyta, ella haðan fólk vanliga flyta til okkara, er støðan viðvíkjandi undirvísingarmiðlum so nógv betri, enn hon er hjá okkum.

 

Tað kemst sjálvandi partvíst av, at londini eru fjølmentari enn okkara, og at tað tí loysir seg hjá privatum forløgum at framleiða og selja undirvísingarmiðlar. Men tað kemst eisini av, at landsins myndugleikar raðfesta hetta økið og virða tað arbeiðið, sum gjørt verður.

 

Tess fámentari ein tjóð er, tess størri týdning hevur tað at játta munandi upphæddir til átøk, ið styrkja mál og mentan.

 

Hetta er ein av niðurstøðunum, sum Málstevnunevndin kom til í áliti sínum, sum handað varð Mentamálaráðnum 18. desember 2007. Har verður m.a. tikið soleiðis til:

 

”Stavnhaldið kundi verið, at alt undirvísingartilfar varð endurnýggjað fimta hvørt ár. So høvdu vit

havt dagførdar bøkur at undirvíst eftir, og trýstið frá undirvísingarmiðlum á øðrum málum, mest

donskum, hevði linkað.”

 

Í álitinum verður skotið upp, at játtanin til skúlabókagerð verður hækkað við 25 milliónum. Hetta verður gjørt skipað yvir trý valskeið.

 

Sum sagt svaraði ein samd fíggjarnevnd í desember 2008 aftur við at lækka játtanina til Skúlabókagrunnin við hálvari millión. Hetta kann bara tulkast sum, at ein heilt stórur meiriluti á Føroya løgtingi (allir flokkar, ið umboðaðir eru í fíggjarnevndini) ikki unnir føroyskum børnum undirvísingarmiðlar á móðurmálinum og vil, at børnini í staðin skulu brúka útlendskt (les: danskt) tilfar.

 

Starvsfólkini á Skúlabókagrunninum kýta seg av øllum alvi, og tað, ið grunnurin leggur úr hondum, er dygdargott tilfar, bæði tá ið vit hugsa um fakliga og námsfrøðiliga støðið og um tann málsliga búnan.

 

Men grunnurin er í eini vónleysari støðu. Hann fær ákoyringar fyri ikki at útvega dagført tilfar til allar lærugreinir á øllum aldursstigum. Samstundis er fyri fleiri árum síðan staðfest, at skal røkkast hesum máli, má játtanin til grunnin fimmfaldast.

 

Svarið úr fíggjarnevndini er niðurskurður.

 

So løgmaður kann gloyma alt um visjón 2015, tá ið ræður um undirvísingarmiðlar.

 

Føroyskir politikarar geva føroyskum børnum myndaliga: steinar fyri breyð, ítøkiliga: asfalt fyri undirvísingarmiðlar.