Elibel von Krogh
pedagogur
Er stundin komin, at vit mugu tosa um undirvísing í atburði? Eg arbeiði við frálæru her í Føroyum og havi lagt til merkis ein vaksandi ampa um tørvin á morali og virðismeting hjá børnum. Úr øðrum londum síggja vit, at vantandi moralur og harðligur atburður er ein ørkymlandi og vaksandi samfelagstrupulleiki, sum serliga kemur til sjóndar í skúlanum, og vit hava í seinastuni sæð dømi um, at ringur atburður er við at taka seg upp í okkara egnu skúlum. Her í Føroyum kunnu vit halda, at trupulleikarnir framvegis eru smáir, men hvussu kunnu vit vera vís í, at gongdin ikki verður tann sama her? Eg hevði viljað víst á ein møguligan hátt at skilja trupulleikan og finna svar uppá spurningin.
Til tess at finna vegin fram, kann tað vera ein hjálp at skilja atburðin søguliga. Hvaðani hava vit okkara virðismetingar? Menniskju funnu tíðliga fram til, at skuldu tey vera før fyri at koma undan, so máttu tey samstarva, og tískil tóku tey seg saman í bólkar. Grundarlagið undir at kunna virka í bólki var umbýti: Eg gevi tær okkurt, og tú gevur mær okkurt afturfyri. Og tá summi dugdu okkurt betri enn onnur, hevði tað við sær, at uppgávurnar vórðu ymiskar. Men til tess at hetta umbýtið kundi halda fram, máttu tænasturnar ella vørurnar, ið umbýttar vórðu, vera líka nógv verdar og uppaftur meira týdningarmikið var, at tey máttu kunna líta á, at báðir partar gjørdu sítt besta og at avtalur vórðu hildnar. Hvat hendi, um annar parturin helt umbýtið vera órættvíst? Antin helt sambandið uppat, ella helt tað fram, meðan annar parturin leið undir tí. Av tí at gott samband var grundarlagið undir tí friðarliga samskiftinum í bólkinum - og samstarv var lykilin til at yvirliva - so varð atferðarmynstrið bygt á álit og sínamillum ávirkan. Treytirnar kundu vera harðar; ættfaðirin í familjuni, ið helt uppá sítt, ella bólkaleiðarin, sum bardi innanhýsis mótstøðu og misálit niður. Men bólkurin noyddist at halda saman til tess at koma undan og mátti hava álit á leiðaran, at hann leiddi tey, hóast hann kanska gjørdi tað við harðari hond og óttanum sum vápni. Øll skiltu ta grundleggjandi javnvágina: Misálit = ófrið í bólkinum. Bólkurin syndrast = spjaðing og deyði ? og tey vildu liva.
Vit eru framvegis menniskju, og mátin at hava samband við onnur er hin sami. Í veruleikanum er tað so, at um okkara grundleggjandi álit á onnur menniskju varð fullkomuliga burturbeint, so týndust vit! Vit høvdu ikki torað at havt nakað við onnur at gera og høvdu verið offur fyri okkara egna misáliti: t.d. høvdu vit borið ótta fyri at fari ein túr, ella fyri at eta okkurt á eini matstovu, tí vit óttaðust fyri, at maturin kundi verið eitraður. Tað hevði leitt til eina ónda ringrás av upploysn, sum førdi til ótta, strongd og avbyrging. Vit kunnu eisini hyggja at ymiskum sambandi í okkara egna lívi: Tey, ið byggja á álit, standa við, meðan tey, ið ikki hava hesa dygd, sum frálíður halda uppat.
Lat okkum so hyggja uttanum okkum við hesum í huga. Er sambandið millum menniskju í dagsins samfelag gott? Líta vit á grannan? Hvønn hava vit álit á og hvønn ikki? Er álitið á einstaklingar og stovnar vaksandi í okkara samfelag? Um svarið er játtandi, so kunnu vit slappa av, men er svarið noktandi, so kunnu vit fara at tosa um atburðarfrálæru, og hvussu vit aftur fáa gott samband millum menniskju. Uttan tað seta vit trygdina í váða, friðin og framtíðina hjá okkum sjálvum og samfelagnum.
Mín egna niðurstøða er, at beint nú munnu vit vera í so upptikin av øðrum tingum, ið samfelagið hevur at bjóða (stuttleika, góðgripum, makt, víðgitni ?). Tað er ikki í sjálvum sær nakað ringt í tí, so leingi tey ikki myrkja fyri, hvussu týdningarmikið tað er at tryggja gott menniskjansligt samband. Vit síggja, hvat samfelag tað er, vit liva í, gjøgnum tað, sum børn okkara læra um menniskjansligt samskifti, og hetta samskiftið síggja tey allastaðni: heima við hús, í sjónvarpi og gjøgnum aðrar miðlar og í samfelagnum sum heild. Og sum eg síggi tað, so læra vit ikki okkara børn at hava álit á onnur menniskju og geva sítt besta í sínum menniskjansliga sambandi, ella kanska at líta á summi, men ikki á onnur. Hvat eru so avleiðingarnar av tí? Tak misálit, vantandi virðing, tørvin á støðugum undirhaldi og legg eitt sindur av vaksandi harðskapi, og tú sært støðuna, sum eg meini við.
Hóast ta troystaleysu framtíðina, sum lýst er omanfyri, hava vit evnini til at elska og virða hvønn annan, og vit hava møguleikarnar (undirvísing til øll), sum kunnu broyta støðuna ? um vit vilja. Og tað er her, eg haldi, at avbjóðingin liggur: Tað er ikki nóg mikið, at einans foreldur og skúlar gera sítt. Vit hava øll ábyrgd av at geva okkurt dygdargott og skapa álit í øllum viðurskiftum og hvørjum einasta samskifti við bólkin, vit eru partur av.