Mentamálaráðið umsitur eina breiða viftu av málsøkjum, men hetta er kortini ikki nakar trupulleiki fyri nýggja aðalstjóran, Leiv Harryson.
- Gjøgnum 16 ára royndir sum landsgrannskoðari kenni eg sjálvandi øll aðalráðini, eisini Mentamálaráðið, sigur Leivur Harryson.
Hann hevur eisini starvast sum lærari og inspektørur á Handilsskúlanum, og tað hevur givið eyka barlast á undirvísingarøkinum.
Tað er ikki enn sett dato á, nær Leivur Harryson byrjar sítt starv í Mentamálaráðnum, men tað verður einaferð mitt í komandi mánaði.
- Eg havi nakrar uppgávur her, sum eg má fáa frá hondini, áðrenn eg kann taka við sum aðalstjóri, sigur Leivur Harryson.
Hann starvast í løtuni sum deildarleiðari á Tryggingar-, Fjarskiftis-, Elveitingar- og Posteftirlitinum.
Hugsaði ikki um trupulleikar
Tað er eingin loyna, at tað hava verið ávísir trupulleikar í Mentamálaráðnum, og skift er eitt sindur runt við fólki. Men tað hevur ikki ligið frammarliga í tonkunum hjá Leivi Harryson.
- Satt at siga, so hugsaði eg als ikki um trupulleikar, tá eg søkti starvið, sigur Leivur Harryson.
Hann sigur, at enn er ov tíðliga at koma inn á, hvat hann fyrst fer í holt við, tá hann hevur tikið við sum aðalstjóri.
- Eg havi ikki enn tosað við nakran í Mentamálaráðnum, heldur ikki landsstýriskvinnuna, so eg fari at bíða við at siga nakað um, hvat eg taki hond í fyrst, sigur Leivur Harryson.
Hann ætlar sær tí í fyrstu syftu at halda kortini tætt at kroppinum, tí tað er ikki taktiskt rætt at melda nakað út, longu áðrenn hann hevur tikið við sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum
FAKTA
Leivur Harryson er 53 ára gamal og útbúgvin cand.merc í granskoðan frá Handiklsskúlanum í Keypmannahavn.
Eftir lokna útbúgving í 1982 starvaðist hann sum grannskoðari hjá Ragborg & Gaard í Keypmannahavn.
Frá 1983 til ’86 var hann lærari og inspektørur á Føroya Handilsskúla, og frá 86 til 91 sum grannskoðari hjá Deloitte í Skovlunde.
Frá 1/11 1991 fram til 31/12 2007 starvaðist hann sum landsgrannskoðari og frá ¼ 2008 sum deildarleiðari á Tryggingar-, Fjarskiftis-, Elveitingar- og Posteftirlitinum.