Undirtøkan hjá Ny Alliance í botni

Var fólkatingsval í dag, hevði Ny Alliance endað langt niðan fyri sperrumarkið og hevði tí ikki fingið umboð í Fólkatingið -Ny Alliance er á einari vanlukkukós, og tað krevur eitt politiskt undur, skal flokkurin fáa umboð á næsta fólkatingsvali, sigur politiski viðmerkjarin Hans Engell við Børsen.

Sambært einari meiningakanning, sum Børsen hevur latið gera, høvdu 1,2 prosent av veljarunum atkvøtt fyri Ny Alliance, var fólkatingsval nú.

Tað er minni enn helmingurin av tí, sum flokkurin fekk á valinum í novembur, og so lítil hevur undirtøkan ikki verið, síðani flokkurin bleiv stovnaður.