Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur
_________________________
Sæð í ljósinum av nógva kjakinum, ið hevur staðist av, at Norðoyatunnilin eftir øllum at døma fer at hava við sær, at partar av (almenna) tænastuvirkseminum í Klaksvík fara at flyta vestur um fjørð, vil eg í hesi kronikk royna at seta hetta fyribrigdi í eitt størri høpi. Vanligt er at lýsa hetta málið sum eitt politiskt mál, t. v. s. eitt mál, har politikkurin beinleiðis stýrir og fastsetur hvar ymiskar tænastur skulu vera. Eg vil við hesi grein vísa á, at talan er um nógv meiri grundleggjandi strukturell viðurskifti, og at politikkurin í besta føri antin kann skumpa undir ella øvugt tálma gongdini. Leikluturin hjá politikarunum er ikki absoluttur; politikarin hvørki kann ella skal spæla Gud. Politikarin kann hinvegin vera við til at vísa veg (vera framsíggin; visionerur), men tíverri eisini vera við til at halda menningini aftur.
Eg havi fylgt væl við í kjakinum, og tað tykist mær heldur hugstoytt at síggja, hvussu politikararnir í Klaksvík royna at fáa tað til at síggja út sum um, at eysturoyingar og streymoyingar (havnarfólk) tilvitað royna at avtofta Norðoyggjar. Sjálvur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, var úti við slíkum høpisleysum, populistiskum svassi, har hann í viðtali við Sosialin 28. oktobur 2005 segði soleiðis:
»Hetta er bara enn eitt dømi um miðvísu royndina hjá landsstýrinum at avtofta Klaksvíkina«.
Tað er hugstoytt, at politikararnir í Klaksvík sum nakað sjálvsagt royna at ákæra onnur fyri egna miseru, heldur enn at taka í egnan barm og ásanna, at tíðirnar eru broyttar, og at teir strukturarnir, ið bygdu Klaksvík upp gjøgnum tjúgundu øld, eru um at fánast. Hetta sama fyribrigdið kenna vit tíverri eisini úr Suðuroynni, har politikararnir mangan royna at finna ein felags fígginda, heldur enn at líta inneftir og ásanna strukturellu trupulleikarnar hjá Suðuroynni. Klaksvíkingar tykjast hesar seinastu dagarnar at vera vaknaðir við kaldan dreym, nú teir hava funnið út av, at teir helst hava sovið í tímanum og als ikki hava megnaða at »geara« Klaksvík til nýggju tíðirnar, t. d. við at umskipa handilsstrukturarnar í býnum, t. d. við einum lokkandi handilsmiðdepli.
Klaksvík vaks í sínari tíð av strukturellum ávum. Føroyingar sum heild eiga at vera meiri tilvitaðir um tær grundleggjandi treytirnar fyri trivnað á Føroya landi, og tað er mangan misvísandi einans at fokusera upp á »menniskjuliga handling«, uttan at reflektera yvir tað høpi, handlingin ger seg galdandi í. Sjálvandi hevði tað týdning, at mætir menn sum J. F. Kjølbro stóðu handan róðrið og stýrdu vinnulívið við hepnari hond. Men einki hevði verið gjørligt, um ikki Klaksvík reint geografiskt var sum skræddaraseymað til fiskivinnuídnaðin.
Klaksvík var upprunaliga fýra smáar landbúnaðarbygdir, Uppsalar, Gerðar, í Vági og Biskupstøð (áður Myrkjanoyri). Sum Føroyar broyttust frá einum landbúnaðarsamfelagi til eitt fiskivinnusamfelag, vaks búsetingin fram sum eitt úrslit av einari vinnuligari miðsavning kring vágna; sjálvandi orsakað av, at handilsfilial hjá einahandlinum kom í bygdina, eins og eisini í Vestmanna og á Tvøroyri. Tá einahandilin varð niðurlagdur, tok menningin dik á seg, og um aldarskiftið varð býurin Klaksvík veruleiki, og gjørdist hann einki minni enn Føroya fiskivinnuhøvuðsstaður. Fiskivinnuøldin er nú farin at kámast, ella er í broyting. Føroyar eru á veg inn í vitanar- ella netverkssamfelagið, og vinnulívið verður alsamt fjølbroyttari hóast útflutningurin tíverri ikki broytist samsvarandi skjótt.
Strukturbroytingar í samfelagnum í dag
Gjøgnum seinastu nógvu áratíggjuni hava íløgur í undirstøðukervið verið ein týðandi táttur í samfelagsmenningini í Føroyum. Samanbindingin av bygdum og oyggjum hevur verið ein aðaltáttur í moderniseringini av Føroyum, og hevur hetta hepnast í ávísan mun. Fólk eru farin at ferðast meiri millum bygdir, og so líðandi er samfelagsstruktururin tískil broyttur. Vit liva ikki longur bert í bygdini, men í heilum økjum, ja um alt Meginlandið. Alt ov seint valdu vit at fara frá miseyðnaðu (anakronistisku) bygdamenningini til eina meiri framskoðandi økismenning. Tað skuldi ein lemjandi samfelagskreppa til, áður enn føroyingar raknaðu við. Í kjalarvørrinum av kreppuni skuldu kommunurnar endiliga leggjast saman (Kommununevndin 1997-8), men uttan stórvegis hepni. Ikki fyrr enn nú tíggju ár seinni byrja økini so smátt at tóna fram. Ikki fyrr enn nú byrja fyrisitingarligu strukturarnir so nøkulunda at laga seg til veruleikan. Og kanska er veruleikin í øllum meldrinum aftur svomin undan okkum, meðan vit royna at fanga hann við okkara sera ójøvnu og slitnu strukturellu meskum.
Taka vit Landnyrðingsføroyar sum dømi, so verða tær væntandi umskapaðar til tríggjar ella fýra stórkommunur í næstum: Norðoya kommuna og antin ein ella tvær kommunur í Eysturoynni, umframt sjálvandi kommununa í Sundalagnum. Hetta er sjálvandi ein bati. Men er veruleikin ikki tann, at alt hetta økið er um at vera funktionelt integrerað? Ungdómar úr øllum hesum risastóra økinum ganga í skúla á Kambsdali. Fólk kunnu búgva í Sundalagnum, men arbeiða í Runavík ella í Klaksvík ella, sjálvandi, í Tórshavn. Serliga nú Norðoyatunnilin kemur, verður alt hetta økið knýtt saman í eitt stórt, dynamiskt øki. Sæð í hesum ljósinum er tað als eingin býttur tanki at miðsavna HF á Kambsdali, um vit væl at merkja góðtaka fatanina um, at ein samansjóðing av miðnámsútbúgvingum skapar eitt betri lestrarumhvørvi. Hinvegin kann man so eisini argumentera kann HF av somu orsøk sjálvandi eisini miðsavnast í Klaksvík. Nú er knappliga so stutt millum Klaksvík og Kambsdal, at eingin trupulleiki er at koyra í millum.
Og tó: Har er framvegis tunnilsgjaldið. Hóast ein ávís strukturell forðing verður brotin niður, tá norðoyingar kunnu koyra, heldur enn sigla um Leirvíksfjørð, so eru hesar 100-200 krónurnar (hvussu nógv tað verður er ilt at vita, men helst verður tað nakað tað sama sum um Vestmannasund) framvegis ein forðing, ikki minst mentalt. Men hóast hetta, mugu Norðoyggjar sigast at verða nærri knýttar at Meginlandinum, tá tunnilin letur upp í vár. Bróðurparturin av Norðoyggjum verður tá at meta sum ein partur av Meginlandinum, eins og Vágarnar eru vorðnar tað hesi seinastu tvey árini.
Meginlandið sum allokeringsmarknaður
Við øðrum orðum skulu norðoyingar nú kappast við eysturoyingar, streymoyingar og vágafólk um alt millum himmal og jørð. Eg síggi føroyska Meginlandið sum ein stóran »allokeringsmarknað«, t.v.s. eina útbjóðing av »støðum«, ið kappast um at verða útfylt við samfelagsligum funktiónum. Samfelagið kann býtast upp í nógvar ymiskar tættir: íðnaður, handil, tænastustovnar, útbúgvingarstovnar, sjúkrarøktarstovnar, ítróttarhentleikar, bústaðarøki o.s.fr. Samfelagið hevur tørv á øllum hesum tættum, men spurningurin er, hvar hesir samfelagstættir skulu »allokerast«. Eg nevndi fyrr í hesi kronikk, at Klaksvík hevur havt eyðnuna við sær sum »stað« hesi seinastu hundrað árini, tí at vágin kanska er tann besta av øllum í landinum til fiskivinnuvirksemi. Klaksvík er eitt úrslit av, at einahandilsfilialið varð allokerað hagar. Klaksvík er sostatt eitt úrslit av at staðið hevur verið serstakliga væl egnað sum fiskivinnu og handilspláss. Í dag er samfelagið tó broytt, og fiskivinnan er ikki longur so dominerandi sum hon einaferð var. Enn er tørvur á góðum havnum sum í Klaksvík, í Fuglafirði og í Runavík, men afturat er komið virksemi, ið ikki krevur kaikant, men heldur hevur tørv á góðum vegasambandi. Kring allar Føroyar eru nú ídnaðarøki, ið als ikki hava tørv á kaikanti, sum t. d. Kambsdalur, Klingrugarður (við Borðoyavík), Rituvíkshálsur, Gøtudalur, á Sandvíkarhjalla, á Hjalla og á Hálsi (hesi trý seinastu í Tórshavn). Somuleiðis er ikki longur neyðugt at búgva nær við havnina, fyri at til skal bera at ganga oman á fiskastykkið, sildavirkið ella oman í egningarskúrin. Grundin til at Klaksvík gjørdist so stór, var, at verkafólkið noyddist at búseta seg á staðnum fyri at kunna útbjóða sína arbeiðsmegi á arbeiðsplássunum kring vágna. Nú ber tó knappliga til at búgva á Eiði og arbeiða á Kósini, ella umvent: búgva í Klaksvík og arbeiða t.d. í umsitingini í Tórshavn. Í samsvari við hetta rationalið eru nøkur av best umtóktu bústøðunum hesi seinnu árini (mátað í relativum fólkavøkstri), bygdir, ið hava gott vegasamband, sum t. d. Hósvík, Hvalvík og Gøta. Tað er t. d. bert eitt hanagleiv úr Gøtu til Runavíkar og Fuglafjarðar og skjótt eisini til Klaksvíkar. Tískil hevur Gøtu kommuna eisini valt at lata vera við at gera ov stórar íløgur í havnina, men heldur at nýta pengarnar upp á skúla, barnaansing og annað slíkt. Við nógv øktu pendlingini aftur og fram á Meginlandinum, er gjørligt at »koyra seg« til ymiskar tænastur í øðrum bygdum og býum, og tískil eru bygdirnar á ein grundleggjandi hátt funktionelt samantvinnaðar, og landið verður sum kunnugt støðugt meiri samantvinnað sum árini ganga.
Hetta fyribrigdið plagi eg at nevna »hin føroyski netverksbýurin«. Hugleiddur av m. a. hugtakinum um netverkssamfelagið, ið spanski samfelagsfrøðingurin Manuel Castells (The Rise of the Network Society: 1996) legði fram í nítiárunum, síggi eg Føroyar ella rættari: føroyska Meginlandið sum ein stóran netverksbý. Hesin býur er serliga samskipaður kring høvuðsvegin millum Tórshavn, Klaksvík og Runavík og partvíst Vágarnar. Føroyski netverksbýurin er ein stórur býur, har øll í prinsippinum kunnu arbeiða allastaðni, um tey væl at merkja hava bil. Ein bygd hevur ikki longur tørv á hvørki ídnaði, tænastuvirksemi tíansheldur kirkju fyri at vera bygd. Og hinvegin hevur ein handil ikki tørv á einari bygd, tí at fólk bara kunnu koyra til handilin úr øðrum bygdum og býum um tilboðini væl at merkja eru nóg góð. Soleiðis verður hugsað um at seta á stovn ein handilsmiðdepil í Gøtudali, t. v. s. uttan fyri Norðragøtu, heldur enn at byggja handilsmiðdepilin á fúla grótkastinum í Klaksvík, ið var ætlað til hetta endamál ella kanska eitt mentanarhús. Fólk og serliga eysturoyingar eru von við at koyra aftur og fram millum bygdir, og ungdómurin verður eisini væl og virðiliga fløskaður upp við einari »mobilari mentan«, har skúlabørn í Runavíkar kommunu verða fartaði aftur og fram inn á Glyvra skúla, eins og børn í Leirvík og Gøtu verða koyrd inn í Fuglafjarðar skúla. Seinni skulu hesir somu ungdómar koyra inn á Kambsdal at nema sær miðnámsútbúgving. Hetta er eingin stórur trupulleiki, tí bussarnir koyra støðugt, og tey flestu hava sum kunnugt bil.
Meginlandið sum savnandi eind?
Tað er tí áhugavert, at miðfyrisitingin og landsstýrið so smátt byrja at lufta tankar um at fremja tað føroyska Meginlandið sum eina savnandi eind. Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, tosaði í 5aranum 2. novembur 2005 um, at almennu Føroyar heldur enn at hava somu funktiónirnar á nógvum ymiskum plássum í landinum (sum planleggingin frá fimmti- og sekstitalinum og frameftir legði upp til) skulu fremja eitt funktionelt arbeiðsbýti, soleiðis at Klaksvík t. d. spesialiserar seg innan fyri matvøruútbúgvingar o. l., meðan HF flytir inn á Kambsdal til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Hetta er ivaleyst ein fruktagóð tankagongd, tí í einum so lítlum landi sum Føroyum er neyvan ráðiligt at spjaða resursurnar. Eisini er tað frískt, at miðfyrisitingin byrjar at síggja, at líka langt er úr Havn til Klaksvíkar sum úr Klaksvík til Havnar, soleiðis at einki forgjørt er í, at havnarfólk fara til Klaksvíkar at taka eina útbúgving. Við undirsjóvartunlinum er jú einans ein tími millum báðar býirnar.
Rationalið um at fremja Meginlandið sum eina dynamiska, savnandi eind, soleiðis at alt Meginlandið sum frá líður verður at meta sum eitt stórt, mobilt øki, er av sonnum ein skilagóð nýhugsan. Men hetta er ein stórur kontrastur til bygdamenningarrationalið, ið framvegis hevur fastatøkur í nógvum føroyingum, og ikki minst politikarum. Um alt Meginlandið skal regionaliserast, so eru tað nøkur strukturell viðurskifti, ið eru við til at forða fyri hesi menning. Tað fyrsta havi eg nevnt, og tað er sjálvandi tunnilsgjaldið. Men harumframt eru Føroyar býttar upp í bæði kommunur og valdømir, ið tilelva ávikavíst lokalar og regionalar politikkir. So leingi sum Eysturoy og Norðoyggjar eru tvinni valdømi, so fer at verða ringt at samskipa politikkirnar fyri hetta økið. Væntandi verður trupult bara at skapa eitt nøkulunda vælvirkandi øki, tá hetta mark skal sáa split millum økini bæði. Tað er enntá ein spurningur um vit ikki longu nú eiga at venja okkum við tankan um at leggja Norðoyggjar og allar Eysturoynna saman í eina kommunu um ikki alt ov nógv ár (ella áratíggju). Um talan skal vera um eitt øki, skal talan so ikki eisini vera um eina kommunu, ella hvussu? Eiga vit ikki at laga okkum til ta strukturellu broytingina, ið fer fram í hesum tíðum, ella enn betri: stuðla og skunda uppundir hesa strukturellu broytingina? Ella skulu vit heldur varðveita teir gomlu fyristingarligu strukturarnar, so hesir kunnu royna at tálma strukturellu broytingina, ella laga hana til tey lokalu viðurskiftini? Tað tykist mær eyðsýnt, at tað er hetta tey royna í Klaksvík, og tað er eftir mínum tykki bæði gott og ringt.
Hetta er ein avgerandi spurningur, ið føroyingar eiga at spyrja seg sjálvar. Er tað ikki best at lata marknaðarkreftirnar ráða, soleiðis at vit fáa ein meiri dynamiskan búskap á Meginlandinum, ella er tað kanska heldur sum Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík, segði í 5aranum 2. novembur 2005, at stórur partur av føroyska búskapinum (her hugsi eg serliga um lokalu búskapirnar í t. d. Norðoyggjum og í Suðuroynni) er ein marginalbúskapur, og at hesin búskapur fer at kollapsa ella kanska rættari: »implodera«, um ikki hann verður stuðlaður sosialt, politiskt og fyrisitingarligt? Er tað ikki so, at búskapurin í t. d. Klaksvík er bygdur upp á »reint treiskni« (»sheer defiance«), ið samfelagsfrøðingurin Gestur Hovgaard (Local restructuring The case of Klaksvík: 2002: 115-22) hevur víst, og ikki upp á marknaðartreytir? Og um so er, hvussu skal Klaksvík klára seg, um Meginlandið verður umskapað til tað, eg fyrr í hesi grein nevndi ein »allokeringsmarknað«?
Endaligi spurningurin er: Hvussu leingi fara klaksvíkingar at megna at standa ímóti strukturella trýstinum? Hvussu leingi kann tann »reina treisknið« tvíhalda um ein lokalt baseraðan búskap? Trupulleikin er, at klaksvíkingar bæði vilja integrerast í Meginlandið, men samstundis vilja varðveita teir lokalu strukturarnar. Men ber tað til í longdini?
Nakrar keldur:
"Manuel Castells: The Rise of the Network Society, Oxford/Malden: Blackwell Publishers Ltd, 1996
"Bergmann Finnsson: Samling og splittelse, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Geografi og Historie, 2005
"Jørgen Ole Bærenholdt: En krise eller nye muligheder fro bygderne?, í Sámal T. F. Johansen o.a. (ritstj.): Krisen på Færøerne, problemstillinger og perspektiver, Roskilde Universitetscenter: NORS-skrifter nr.26, Publikationer fra Institut for Geografi, Samfundsanalyse og Datalogi, 1993
"Rolf Guttesen: 13 Klaksvík de nordlige øers hovedstad, í Rolf Guttesen: Topografisk Atlas Færøerne, København: C.A. Reitzels Forlag, 1996
"Dennis Holm: Fjarferðing í Føroyum, Granskingardepilin fyri økismenning: Arbeiðsrit nr. 8, 2004
"Gestur Hovgaard: Local restructuring The case of Klaksvík, í Richard Apostle o.a.: The Restructuration of the Faroese Economy, Frederiksberg: Samfundslitteratur Press, 2002
"Kommununevndin: Nýggj kommunal skipan, Tórshavn: Kommununevndin, 1/1, 1997; 1/2, 1998; 2, 1998
"Kaj Lemberg: Landsplanlægning på Færøerne, í Byplan 4, 1962, Dansk Byplanlaboratorium, 1962
"Sámal Matras Kristiansen: Forestillingen om bostedet, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Socialvidenskab og Geografi, 2005
"Ole Nielung: Bygdetyper på Færøerne, í Kulturgeografiske skrifter 2, Kulturgeografisk Institut, Aarhus Universitet, 1968