Bankastjóri
Tað var ein væl nøgdur og - upplagdur forstjóri, sum beyð fjølmiðlunum væl komnar í Føroya Banka mánadagin. Á skránni fyri fundin var setan av nýggjum stjóra, sum saman við Janusi Petersen kemur at mynda bankan framyvir.
Ikki ókendur í bankanum
Súni Schwartz Jacobsen er 42 ára gamal. Í 1995 tók hann prógv sum statsautoriseraður grannskoðari, og longu árið eftir gjørdist hann partnari hjá Paula Ellefsen, sum fram til hetta hevði verið einsamallur eigari av KPMG í Føroyum. Tað er sama virki, sum í dag eitur SPEKT.
Sum ríkisgóðkendur grannskoðari hevur Súni gjøgnum árini fingið eitt sera gott innlit í føroyskt vinnulív. Bæði í kraft av útbúgving og royndum. Og Janus Petersen legði eisini dent á, at júst hesir báðir lutir vóru avgerandi fortreytirnar, tá bankin leitaði sær eftir nýggjum stjóra. Hartil hevur Súni eisini í sjey ár verið annar av grannskoðarunum, sum Føroya Banki hevur nýtt, og tí er heldur eingin ivi um, at kunnleiki hansara til Føroya Banka er rættiliga stórur.
- Eg eri sera fegin um, at Súni hevur tikið við hesi avbjóðingini, sigur Janus Petersen, forstjóri.
- Við hesi setanini hevur bankin fingið ein veruligan styrk til vinnuliga virkisøkið, sum bankin metir hevur nógvar vakstrarmøguleikar - bæði her heima og uttanfyri landoddarnar. Við sínum víttfevnda innliti í føroyskt vinnulív og altjóða royndum, hevur Súni júst røttu fortreytirnar til at lofta teimum avbjóðingunum, ið bankin hevur á vinnuliga virkisøkinum.
Nýggi bygnaðurin liðugur
Samstundis sum nýggi stjórin varð settur, kundi Janus Petersen seta eitt punktum fyri teimum bygnaðarbroytingum, sum felagið byrjaði uppá, tá Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri fyrr í ár.
Í nýggja bygnaðinum er Janus Petersen sjálvur forstjóri. Hartil kemur Súni Schwartz Jacobsen at virka sum stjóri, umframt at hann burturav hevur ábyrgd av vinnukundaøkinum. Aðrir deildarleiðarar í nýggja bygnaðinum eru Edvard Heen, privatkundaleiðari, Jan Jakobsen, íløguleiðari, Ingi Vestergaard, leiðari fyri fyrisiting, Jean Djurhuus, leiðari fyri stjórnarumsiting og Johnny í Grótinum, leiðari fyri menning og samskifti.
Sum tað framgongur av navnalistanum, so er talan um fleiri nýggj nøvn í hesum sambandi. Men Janus Petersen fæst tó ikki at siga, at hann hevur verið ónøgdur við bygnaðin, sum hann hevur verið.
- Slagorðið hjá okkum í hesum broytingunum hevur verið, at »einki er sum fyrr«. Í hesum liggur sjálvandi eisini, at tað er neyðugt við broytingum og tillaðingum, soleiðis at bankin kann fylgja við tíðini.
- Hinvegin hava vit ígjøgnum nógv ár skapt okkum sterkar traditiónir á vinnukundaøkinum, og við nýggju setanini halda vit okkum vera enn betri brynjað til komandi avbjóðingar, staðfestir Janus Petersen.
Og so viðgongur hann eisini, at hetta hevur verið ein strævin tíð, meðan hann hevur verið einsamallur stjóri.
- Talan hevur sjálvandi verið um langar og strævnar arbeiðsdagar, tá eg havi havt ábyrgdina av øllum virkisøkjunum. Samstundis hevur tað verið ein uppgáva at seta framtíðar leistin hjá bankanum út í kortið. Ein uppgáva, sum vit halda okkum vera komin á mál við nú, sigur Janus Petersen at enda.









