Undirskot í FCK

Í frágreiðing til danska virðisbrævamarknaðin verður sagt, at tað serliga eru spælarakeyp og fíggjarpostar, sum hava avleitt undirskotið, sum skal síggjast í mun til eitt yvirskot fyri alt 2008 upp á 57,4 milliónir krónur.

Eitt nú hava keypið av N´Doye og Martin Vingaard kostað felagnum 37,4 milliónir.

- Viðkanin av virkseminum og ítróttarliga dubbingin hevur viðført, at vit í fyrra hálvári hava eitt undirskot. Tí er tað hugagott at síggja, at vit hava økt um umsetningin á øllum virkisøkjum, og við at vinna donsku greipuna og við at vera vi í europiskum bólkaspæli hava vit væl og virðiliga nátt ítróttarligu málunum, sigur Dan Hammer, stjóri, millum annað í tíðindaskrivi.