- Alt sum eitur innanoyggja samferðsla í Føroyum, skal leggjast í eitt felag, sum kann eita Samferðslufelag Føroya.
Tað heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Hann sigur, at hetta felag skal hava rakstur og íløgur av innanoyggjasigling, tunlum, vegum, brúm, byrgingum og undirsjóvartunlum, undir sær.
- Afturgfyri skulu allar útreiðslur í samband við samferðslu, takast av fíggjalóg landsins, og leggjast til felagið at reka.
Brandur Sandoy heldur, at felagið skal fáa heimild at krevja gjald fyri at brúka ognir felagsins, umframt at krevja vektgjald, og inntøkurnar skulu so brúkast til at fíggja rakstur og íløgur felagsins.
- Øll umsiting av verandi tunlum og vegum, Strandferðsluni, og hesin partur av Landsverki, skuldi verðið avtikin, og virksemið lagt undir Samferðslufelag Føroya. Samstundis skuldi felagið so fingið loyvi at sett ognirnar í veð fyri lántøku til stórar verkætlanir.
- Soleiðis høvdu vit fingið eitt sterkt felag, sum til eina og hvørja tíð kundi farið undir eina stóra verkætlan sum eitt nú Suðuroyartunnilin, sigur Brandur Sandoy.
- Soleiðis høvdu vit fingið eina samferðsluskipan, sum javnsetir borgarar landsins við ferðakostnaði, og samstundis høvdu vit spart eina rúgvu av pengum til umsiting av smáum stovnum í dag.
- Soleiðis høvdu vit fingið eina samferðsluskipan, sum ikki hevði verið tengd at vælvilja frá politikkarum til at brúka pengar upp á at halda vegir, tunlar, skip og brýr.
Brandur Sandoy sigur, at soleiðis høvdu vit sloppið undan æviga drepandi, politiska bardaganum, har fólk og øki í landinum verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, tá politikararnir flyta játtanir til og frá skipum, tunlum og vegum.
Hann staðfestir, at sama hvussu vit fíggja samferðsluskipan okkara, eru tað bara vit 50.000 fólk, og okkurt hissini ferðafólk, ið skulu fíggja gildið.
- Eg haldi at í longdini hevði hetta verið besta skipanin, serliga fyri at tryggja, at ein Suðuroyartunnil verður veruleiki um eini 10-15 ár.
- Skulu politikarar finna eina, ella tvær milliardir á fíggjarlógini til hendan tunnilin, verða tað ikki 10 ár men 50 ár, áðrenn hann verður veruleiki, sigur Brandur Sandoy.
Hann ásannar, at hetta krevur politiskt handalag at fáa semju um. Men hann ásannar eisini, at tað hevur alstóran týdning at arbeiðið verður sett í verk sum skjótast at finna hesa semju.