Undirsjóvartunnil til Suðuroyar alt ov dýrur

Tað er nógv annað, sum tað er betri at brúka so nógvan pening til

Tað er alt ov dýrt at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar

 

Tað heldur meirilutin av teimum ungu.

 

Á Ungdómstinginum fyrr í vikuni legði 9. flokkur í Vági uppskot fram um at samtykkja at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

 

Men tað fingu tey ikki undirtøku fyri, tí tey flestu halda, at sum støðan er nú, er tað ikki rætt at brúka pengar upp á at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna.

 

Tilsamans atkvøddu 18 tinglimir ímóti at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, 11 atkvøddu fyri og tvey atkvøddu blankt.

 

Tey, sum løgdu uppskotið fram, halda ikki, at ferðasambandið til Suðuroyar er nøktandi. Eitt er, at Smyril tað slepst bara úr Suðuroynna og í oynna, meiri enn tvær, tríggjar ferðir um dagin, og harafturat kemur tað ofta fyri, at ítróttafeløg, og onnur, mugu avlýsa dystir ella kappingar fyri veður.

 

Tey hava fingið at vita, at ein undirjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy kostar 2,1 milliard.

 

Tey, sum eru ímóti tunlinu, halda, at tað er nógv annað, sum tað er betri at búka pengar til í hesum døgum, enn ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

 

Summi halsa, at sum støðan er nú, eru Suðuroyggin ikki við í menningini av Føroyum, og tí má tunnilin koma - men ikki fyrrenn seinni

 

Tey vísa á, at børn liva í fátækadømi, vit mangla bústaðir, eldraøkið manglar pengar og somuleiðis eiga vit heldur at seta tiltøk í verk, sum kann lokka fólk at búsetast í Føroyum.

 

Tey, sum eru fyri at gera tunnilin, halda hinvegin, at ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar fer at skap arbeiði, tí hann fer at gera tað meiri lokkandi hjá vinnulívinum at gera íløgur í Suðuroynna, og hjá fólki at seta búgv har.