Undirsjóvartunlar einmælt samtyktir

Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotini um Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar

Fyrrapartin hevði løgtingið triðju viðgerð av uppskotinum um at stovna partafelag, ið skal byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

30 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi ímóti, og eingin atkvøða var blonk. Uppskotið byggir á semjuna, sum allir flokkar gjørdu um tunlarnar fyrr í ár.