Undirsjóvartunnilin gjørdi hol í sjógvin

Tað tók Eik Banka (Føroya Sparikassa) 174 ár at fáa sær deild í Klaksvík, men klaksvíkingar hava tikið væl ímóti tí gamla peningastovninum

Tað var tann tíð, tá teir tríggir sparikassarnir høvdu hvør sín part av landinum, og tá bankar og sparikassar høvdu at kalla hvør sítt virkisøki. Men soleiðis er ikki í dag. Nú kann eitt viðskiftafólk fara í ein og hvønn peningastovn, sama hvørji ørindini eru, segði Bjarni Olsen, stjóri í Eik Bankaá samkomu í nýggju hølunum, sum bankin flutti í Klaksvík í gjár.

 

Bjarni Olsen helt, at tað kann tykjast løgið, at tað gingu næstan 174 ár, frá tí at Eik Banki bleiv stovnaður sum Færøe Amts Sparekasse í 1832, til hann lat sína fyrstu deild upp í Klaksvík í 2006. Tað var júst 50 ár eftir, at sparikassin hevði latið upp deild í Vestmanna sum ta fyrstu uttan fyri høvuðsstaðin. 10 ár seinni kom tann í Runavík, og tey næstu árini ein rúgva afturat. Men Klaksvík var ikki á skránni.Men tá so politikararnir gjørdu av at gera undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, kom vend í. Semja var um at lata deild upp í Klaksvík um tað mundið, tá tunnilin bleiv tikin í nýtslu, og tann 20. februar í 2006 byrjaði Eik Banki í leigaðum hølum í Klaksvík. Góðar tveir mánaðir seinni bleiv tunnilin latin upp fyri almenninginum.

 

Klaksvíkingar hava havt sín egna sparikassa í mong ár, og Bjarni Olsen nam eisini við virksemið hjá sparikøssunum. Hann segði, at kappingin millum sparikassarnar var sera lítil. Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi høvdu hvør sín part av landinum. Hetta mynstur varð ikki brotið, fyrr enn Suðuroyar Sparikassi lat upp deild í gongugøtuni í Havn, og seinni fekk Norðoya Sparikassi sær deildir í Havn og í Runavík. Men hetta merkir eisini, at nú er kappingin frí, segði Eik-stjórin.

 

-So nú er ongin góð mamma, tí vit kappast fult út, kundunum bæði í Havn, Saltangará, Klaksvík og annars í øllum Føroyum at gagni. Sjálvt um onkur í hesum fíggjarligu døpru tíðum fyri heimin setir spurnartekin við, hvussu sunn fría kappingin er, so ivist eg ikki í, at kapping skal til fyri, at vit sum borgarar og kundar skulu fáa tær bestu og bíligastu vørurnar og tænasturnar, segði Bjarni Olsen.

 

 

Á røttum staði

 

Hóast Eik Banki ikki fekk sær deild í Klaksvík fyrr enn fyri hálvum øðrum ári síðani, hevði stovnurin viðskiftafólk í Klaksvík og Norðoyggjum, og sambært Bjarna Olsen hevur Eik Banki fingið fleiri nýggj viðskiftafólk hesa stuttu tíðina í Klaksvík, enn roknað varð við.

 

Tann fyrsti leiðarin hjá Eik Banka í Klaksvík var klaksvíkingurin Eyðun Mørkøre, og eftir tilmæli frá honum bleiv avgjørt at keypa bygningin, sum í síni tíð hýsti bakarínum hjá Haldor Holm. Tað var tó ikki sjálvur bygningurin, sum hevði áhuga, men heldur staðið, sum hann stóð á. Tí bleiv tað gamla bakaríið brotið niður, og í gjár flutti starvsfólkið hjá Eik Banka so í ein spildurnýggjan og sera snotiligan bygning í sjálvum hjartanum í Klaksvík. Bjarni Olsen ásannaði í røðu síni, at onkuir ivaleyst heldur, at tað var skeivt at bróita tann gamla bygningin niður, men hann helt, at tann nýggi bygningurin er eitt prýði í Klaksvík.

 

Eyðun Mørkøre arbeiðir ikki í Eik Banka longur, og leiðari á nýggju deildini í Klaksvík er Hilmar Sam Lamhauge av Glyvrum. Afturat sær hevur hann seks kvinnur. Sambært stjóranum hava tey eina greiða uppgávu:

 

-Okkara visión er at vera brúkaravinarligasti peningastovnur í Føroyum. Hetta royna vit at røkka við at veita ein framúr góða ráðgeving um fíggjartænastur á ein tryggum grundarlagi, har málið er at geva kundunum eitt gott avgerðargrundarlag fyri at nøkta sín tørv, segði Bjarni Olsen.

 

 

FAKTA UM BYGNINGIN

 

Bygningurin hjá Eik Banka hevur knappliga 600 m2 gólvvídd í tveimum hæddir, hann er gjørdur av beton og klæddur við skifer uttan.

 

Árni Winther arkitektar hava teknað og projekterað bygningin. Høvuðsentreprisuna hevur byggifelagið Kanjon havt. Sofus M. Jacobsen, ráðgevandi verkfrøðingar projekterað hvs partin og Victor á Lakjuni hevur gjørt arbeiðið. Ráðgevandi verkfrøðingur Sámal Johannesen, hevur rokna berandi konstruktiónir. KJ-elráð hevur projekterað el-arbeiðið, og El-in hevur gjørt arbeiðið. LM-electric hevur gjørt trygdarinstallatiónirnar. Málarameistari Magni Jacobsen hevur gjørt málaraarbeiðið. Tilhús v/ Magnus Gregersen, hevur leverað og sett upp glasfasadurnar og innhurðar. Jan Elleby Andersen, múrarameistari, hevur gjørt flisa- og múraraarbeiðið, og Eskild Hansen hevur lagt gólvið o.a.

 

Eftirlit Dánjal Pauli Poulsen og Kári Danielsen, byggifrøðingar hjá Eik Banka, havt saman við Sylvan Poulsen frá Árna Winther Arkitektum.