Eivind Jacobsen,
Fólkatingsvalevni hjá Norðoya Sambandsfelag
?????????????????????????????????????
Um tey gera tað, hvat skuldu tey so agitera við, til næsta val? Fyri norðingar er hetta ein óheppin gongd.
Tú skuldi trúð, at tá tey eru so positiv, hóast tey ikki sjálv megna at leggja fram uppskot, so tóku tey undir við skilagóðum uppskotum frá øðrum. Men so er ikki. Í seinastu viku legði m.a. Sambandsflokkurin fram uppskot um at seta pengar av til eyka skip til Klaksvíksleiðina. Hetta uppskot bleiv felt. Jógvan við Keldu tordi ikki at møta til 1. viðgerð, men til næstu viðgerð møtti hann og atkvøddi ímóti, saman við m.a. Rúnu og Heina.
Hesa vikuna kom uppskot um at avseta tær fyrstu 25 milliónirnar til undirsjóvartunnil til Norðoyggjar. Men aftur sóu vit, at samgongutingmenn úr Norðoyggjum, atkvøddu ímóti sínum hjartamáli.
Jógvan við Keldu fór so langt, at hann kallaði uppskotið óseriøst og at tað kom ikki upp á tal at taka undir við hesum uppskotið. Uppskotið bleiv felt av m.a. av trimum norðoya tingmonnunum.
Tí ivist eg onga løtu í, at norðingar duga at síggja hvør í tosar nógv, men einki avrikar. Tunnilin fer at kosta uml. 300 milliónir. Bummpengar fíggja í mesta lagið 100 mió. Tí er neyðugt at byrja beinan veg at seta pengar av, um tunnilin skal gerast veruleiki. Norðingar skulu gera sær púra greitt, at einasti flokkur sum kann tryggja at undirsjóvartunnilin verður gjørdur er Sambandsflokkurin.