Undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina innan 5 ár

Dánjal Petur Hansen

So skjótt Norðoyatunnilin er komin ígjøgnum eiga vit at byrja uppá undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Havnina.
Landsins mynduleikar taka ikki hetta stigið.
Neyðugt er at kommunurnar kring Skálafjørðin standa saman um hesa verkætlan og longu nú í verki vísa tað handlikraft sum skal til, soleiðis at hesin undirsjóvartunnil er ein veruleiki innan 5 ár.
Framtíðar býarplanlegging og íløgur eiga longu nú at taka støði í hesi framtíð.
Framtíðin kemur ikki at sær sjálvum.
Vit mugu vilja framtíðina og velja framtíðina.