Undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina!

Hans Jacob Lamhauge
valevni til Runavíkar kommunu

Eitt mál, ið er komið fram í valstríðnum til hetta kommunuvalið, er verkætlanin um undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Verkætlanin er spennandi og kann, um rætt verður atborið, verða til stórt gagn fyri Skálafjarðarøkið.
Hetta er ein stór verkætlan, ið má fyrireikast væl. Talan er ikki bert um tunnilin, men eisini um ferðsluna til og frá hesum. Veganetið, líka úr Søldarfirði og út í Runavíkina, er als ikki fyrireikað, til at taka ímóti allari tí ferðslu, ið kann væntast í gjøgnum tunnilin.
Komandi býráð eigur tí at treyta sær, at tunnilin og vegurin til og frá hesum, verða viðgjød, sum eitt og sama mál.
Vit eiga at læra av mistakinum í Leirvík, í samband við Norðoyartunnilin.
Gott val!