Teir báðir undirsjóvartunlarnir í landinum høvdu tilsamans 6,3 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað er úrslitið nú teir hava havt aðalfund.
Í hesum sambandi hevði Vágatunnilin eitt avlop í 3,2 milliónir og Norðoyatunnilin hevði eitt avlop upp á 3,1 milliónir.
Umsetningurin í Vágatunlinum var 13,4 milliónir í fjør og sostatt er tað minkað eitt sindur, tí í 2018 var tað 14,7 mió. í 2018.
Í Norðoyatunlinum var umsetningurin 17,7 milliónir í fjør, har hann var 19 milliónir í 2018.
Felagið, sum rekur tunlarnar, sigur, at í fjør koyrdu 952.300 akfør gjøgnum Vágatunnilin og tað eru 55.436 bilar fleiri enn í 2018. Sostatt er talan um ein vøkstur upp á 6,2 prosent.
Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.609 akfør ígøgnum tunnilin í miðal um dagin. Til sammetingar koyrdu 2.457 akfør í miðal ígjøgnum hann í 2018.
Annars koyrdu 1.308.519 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin í fjør og tað eru 6,4 prosent meiri enn í 2018, tá 1.217.826 akfør brúktu tunnilin. Sostatt koyrdu 90.693 akfør fleiri ígjøgnum tunnilin í fjør enn í fyrrárið.
Í miðal koyrdu 3.585 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin í miðal um dagin og í 2018 var talið 3.337 akfør.
Í nevndina fyri Vágatunnilin eru Jens Kári Vilhelm, nevndarformaður, Dánjal T. Thomsen, næstformaður og Gunnvá á Lofti, nevndarlimur,
Í nevndina fyri Norðoyatunnilin eru Jens Kári Vilhelm, formaður, Heri M. Hammer, næstformaður og Johanna á Bergi, nevndarlimur.