Nú verður so spurningurin, hvussu vit skulu gera nýtslu av hesi dýru farleið undir Skopunarfirði. Tí um henda stóra íløga bert skal nýtast til, at tað verður lættari hjá okkum í oynni at ferðast til Havnar til undirhald, sum Annita á Fríðriksmørk nýtti sum grund fyri at vera ímóti verkætlanini, so er lítið ella einki vunnið!
Men við hesi góðu farleið eigur at verða hugsað um okkara møguleikar sum minni oyggjasamfelag, at vit sjálvi saman við góðum virknum kreftum fara at nýta oynna sum virkis- og bústaðarmiðdepil!
Her er gott og stórt uppland, her eru arbeiðssamar hendur, ið eru til reiðar at taka tøk, og nú tykist vera møguligt at nýta hesar hendur til framleiðsluskapandi tiltøk, ið higartil ikki hava havt so góðar møguleikar, vegna ikki nóg góðar samferðslumøguleikar.
Men ein alt avgerandi fortreyt fyri framburði er, at vit fáa fólkið í oynni betur samansjóðað sum eina eind, og her liggur ein stór uppgáva fyri framman hjá okkara lokalu politikarum!
Vit kenna til, at tað partapolitiska maktstríðið í oynni hevur skilt fólkið á ein slíkan hátt, at fyri framtíð okkara sum vælferðarsamfelag, so má hetta fáa eina álvarsliga vend! Tað er ikki í lagi, at okkara fremstu politikkarar eru høvuðspersónar í hesum leiki!
Ein grundleggjandi fyritreyt fyri framtíðina hjá oynni er, at oyggin verður savnað í eina kommunu, men fyri at náa hesum máli, so skal nógv ruddast av vegnum, og tann nú skapta virðingin fyri hvørjum øðrum má fáast á eitt nógv meiri virðiligt støði!
Øll ynskja eina bjarta framtíð fyri oynna og fólkið, her býr, men vælsignaði hugsi nærri um, hvussu vit náa hesum málið!









