Hesi vóru orðini.
Eg havi sjálvur verið við í politiska arbeiðinum á føroya løgtingi í mong ár, tó ikki í sessinum, sum Bjørt situr í í dag. Havi verið við til at taka politisk tøk, fyri at fáa neyðugar inntøkur til ofta stórar íløguætlanir. Og hóast ongin er glaður fyri at fáa eykarokning yvir skatta- ella avgjaldsrokningina, so hava hesi góðkent tað endaliga úrslitið.
Kenni ongan landsstýrismann, ið hevði milliardakekkar í reyvalummanum, tá tøk skuldu takast. Heldur góvu hesar útreiðslur/íløgur milliardir í øðrum virðum til samfelagið seinni. Og eg angri onga politiska avgerð í so máta, ið eg havi atkvøtt fyri!
Nú hava vit fingið eitt nýtt lið av politikkarum. Nú skal fíggjarligt skil vísast, men hvat vil tað siga? Leggi ikki í at royna at greina hetta skil nærri, men um alment óneyðugt útreiðsluoyðsl var steðgað, líknandi tí hjá Lars L. Rasmussen, so vóru kanska tøl, ið líkjast milliard at hóma!
Ein undirsjóartunnil til Sandoynna kostar nógvar pengar. Grundarlagið hjá okkum er ikki at sleppa skjótari til havnar, sum onkur vil vera við, men orsøkin er, at við tí sambandinum vildi Sandoyggin havt eina gróðrarríka framtíð. Nógv av okkara ungdómi og onnur vildu valt sær bústað í oynni eftir lokna útbúgving, sjálvt um arbeiðspláss teirra møguliga varð aðrastaðni. Hesi vilja verða høvuðsstovnurin undir einari framtíð hjá Sandoynni!
Eg havi havt orsøk til at vera vónríkur! Løgmaður við sínum flokki ynskir at virka fyri, at Føroyar vera besta landið at liva í eftir 2015! Tjóðveldið ynskir og vil virka fyri, at Føroyar verða so væl fyri, at vit kunnu taka sjálvstýri og klára okkum sjálvi ongantíð ov skjótt!
Men við ætlaða politikkinum hjá landsstýrinum, so vil landið "uttan Sandoynna" verða sum ein skerdur fuglur, tí vit hoyra til hetta samfelagið, men tá verður onki flog!
Vit hava ikki fyri neyðini politikkarar, ið byggja sín politikk á meiningarkanningar, men heldur poilitikkarar, ið kenna sína ábyrgd fyri alt landi og fólki og eru førir fyri at taka avgerðir!