Undirmettu eina løtu

Henrik Larsen helt eftir dystin, at trupulleikarnir hjá okkara monnum fyrst og fremst komust av, vit eina løtu høvdu hug at undirmeta mótstøðuna

Venjarin

Tá føroyska fótbóltslandsliðið vinnur, so er einki at siga til, at venjarin er fegin, og Henrik Larsen hevði eisini smílið frammi eftir dystin móti Malta.
Men samstundis er einki at taka seg aftur í, at tað vóru lutir í føroyska spælinum, sum kundu verið betri. Og hetta ásannaði Stóri eisini.
- Eg haldi serliga, at fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin vóru ikki nóg góðir. Har gera vit ov nógv mistøk, soleiðis at teir koma aftur í dystin.
- Annars haldi eg, at vit serliga í fyrra hálvleiki høvdu fult tamarhald á. Kanska var tað eisini so, at vit eftir steðgin fóru at taka okkum av løttum, og tað vita vit ikki gongur.
Annars tóktist venjarin eitt sindur bilsin um, hvussu høgt tekniska støðið hjá maltesum var, og tað helt hann eisini skapti nakað av trupulleikum hjá okkara, sum hann tó rósti fyri gott arbeiði.

Rós til allar
Tað er eingin loyna, at fleiri av innskiftu leikarunum gjørdu eitt sera gott arbeiði, men Henrik Larsen vildi tó ikki taka nakran leikara hjá sær framum.
- Eg haldi, at allir leikararnir hjá okkum eiga rós uppiborið. Teir gjørdu allir sítt arbeiði, og eisini teir, sum vórðu skiftir inn, gjørdu tað gott. Har hevði Jónhard tað kanska eitt sindur trupult, tí hann hevði jú als ikki vant við okkum undan dystinum, men eisini hann gjørdi ein góðan figur, so alt í alt haldi eg, at eg eri væl nøgdur, segði altso Henrik Larsen at enda.