Undirmetið ikki kommunuskattin

    

Jógvan í Løðuni
????????????
Taka vit bóklingin hjá Toll og skatt 2003 og blaða upp á síðu 27, síggja vit, at kommunuskattaprosentini liggja úr 22,5 og niður í 13.
Ein sokallað miðalstór kommuna, Eiðis kommuna, stendur har við 16,75% og kr. 3.500 í barnafrádrátti.
Aðrar kommunur í nøkulunda somu stødd standa við 22,5% og kr. 2.500 í barnafrádrátti. T.v.s. 5,75% hægri skattaprosent og verri barnafrádrátt.
Siga vit nú, at maður og kona arbeiða og hava kr. 150.000 í inntøku hvør, ella tilsamans 300.000 kr. til húsarhaldið um árið og seta hetta inn í útrokningartalvuna í nevnda bóklingi og við 3 børnum, so kemur hesin munurin til sjóndar:
Húsarhaldið í Eiðis kommunu hevur í reinum krónum 17.836,- meira eftir um árið, enn hjún, har kommunuskattaprosentið er 22,5.
Fara vit so til tey størvini við kr. 250.000 um árið, so verður munurin 29.336 kr. ? eisini í reinum krónum.
Hevði nakar sagt nei takk til at fingið húsa-lánið lækkað?
Við oman fyri nevnda muni kundi húsalánið t.d. eftir 8 árum verið lækkað við ávikavist kr. 142.688,- og kr. 234.688,-.
Kommunuskattaprosentið er als ikki so meinaleyst, tá fólk á sama arbeiðsplássi og við somu løn kortini kunnu hava so stóran mun í enda úrtøkuni.