Tað er einki at siga til tað, um fótbóltslagið ikki er nakað serligt á fuglfirðingum, og um fótbóltslagið er gott í AB leguni.
Varmakeldudysturin millum ÍF og AB endaði 4-4 og soleiðis, sum tað tørnaði út, so sigur tað seg sjálvt, at tey á Argjum eru betri nøgd enn tey í Fuglafirði.
AB misti ein mann, tá ið ein knappur tími var eftir, og inntil tað restaði minni enn eitt korter var ÍF á odda 4-2. Men AB vísti góðan hugburð, og eftir lítlari løtu skoraðu argjamenn tvey mál.
Innskifti Stig Roar Søbstad var haraftrat eina ferð púra leysur eftir stóra ÍF verjuvillu, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga væl.
4-4 og liðugt!
Brotssparkskapping var um stevnusteypið, og ta kappingina vann ÍF 4-2:
Mortan úr Hørg misnýtti fyri AB
Fritleif í Lambanum skoraði fyri ÍF
Evrard Blé skoraði fyri AB
Andy Olsen skoraði fyri ÍF
Alex Mellemgaard skoraði fyri AB
Frank Poulsen skoraði fyri ÍF
Tehe Aristide misnýtti fyri AB
Jan Ellingsgaard skoraði fyri ÍF
-------
Tað er so spennandi, sum tað ber til at vera í Fuglafirði.
Fýra minuttir undan leikloki hevur AB skorað, so støðan nú er 4-4. Málskjútti var enn eina ferð Evrard Blé. Hann sendi í bleytum boga frísparksinnlegg í brotsteigin. Fleiri royndu eftir bóltinum, men eingin rakk hann, og so sigldi bólturin í málið.
4-4!!
------------
Tað er rættuligur stevnurómur í Fuglafirði, har ÍF og AB stríðast í síðsta landskappingardystinum í bestu deildini undan summarsteðginum.
Tíggju minuttir fyri leiklok er støðan 4-3 til ÍF.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði ÍF seg á odda 3-2. Málskjútti var Dánjal á Lakjuni eftir hornasparksinnlegg og stútara frá Kaj Ennigarð.
Í 66. minutti økti ÍF til 4-2. Málskjútti var miðvallarin Frank Poulsen, sum úr 25 metrum sendi bóltin í málið eftir innlegg frá Andy Olsen úr høgru og útfrá.
Tíggju minuttir restaðu, tá ið miðverjin Tehe Aristide eftir hornasparksinnlegg úr høgru minkaði um munin, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
4-3 og sera spennandi!!
---------------
Fyrsta bríksl í Varmakeldu dystinum millum ÍF og AB var klokkan 17.
Nú teir eru farnir at hvíla seg er støðan 2-2.
Í 26. minutti legði Jan Ellingsgaard heimaliðið framum, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Andy Olsen hevði sent horna innfyri úr høgru.
Í 33. minutti svaraði AB aftur. Málskjútti til 1-1 var miðvallarin Evrard Blé, sum smekkaði til úr 25 metrum.
Minuttin frammanundan, at AB javnaði, høvdu argjamenn mist ein mann. Miðvallarin Kenneth Jacobsen varð rikin av vølli fyri at hevna seg inn á Kaj Ennigarð. Argjamenn vóru illa nøgdir við, at dómarin ikki eisini vísti ÍF verjuspælaranum av vølli, tí teir mettu, at hann við at halda í AB miðvallaran hevði tikið upplagdan málmøguleika frá AB, men tað var dómarin ósamdur við teir í.
Hóast argjamenn vóru undirmannaðir, so megnaðu teir at leggja seg á odda. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at Poul Ennigarð hevði hildið Jákupi Dam. Evrard Blé umsetti úr ellivu metrum til 2-1 AB leiðslu.
Dygst undan steðginum var tað Kaj Ennigarð, sum við skoti úr høgru, ið javnaði til 2-2!
Hálvleikur og 2-2!
Tað er eitt fitt lot og kalt, og tað hevur verið undirhaldandi, serliga seinna partin av hálvleikinum!
ÍF-AB (2-2) kl. 17.00
1-0: Jan Ellingsgaard 29.
1-1: Evrard Blé 36.
1-2: Evrard Blé br 41.
2-2: Kaj Ennigarð 45.
3-2: Dánjal á Lakjuni 58.
4-2: Frank Poulsen 68.
4-3: Tehe Aristide 76.
4-4: Evrard Blé 88.
Dómari: Dagfinn Olsen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Kaj Ennigarð (Áki Petersen, 64.), Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Andy Olsen (Ari Ellingsgaard, 86.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð.
Gult kort: Kaj Ennigarð, Poul Ennigarð, Ari Ellingsgaard
AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Alex Mellemgaard (Fabrice Arnesen, 68.) - Tummas Justinussen, Evrard Blé, Jobin Drangastein, Kenneth Jacobsen - Nikolaj Eriksen (Stig Roar Søbstad, 46.), Jákup Dam
Gult kort: Mortan úr Hørg
Reytt kort: Kenneth Jacobsen 34.