Fleiri ungar kvinnur fara í næstum út at eggja øðrum ungum kvinnum at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba. Hetta fara tær at gera, har tey ungu eru, t.d á Facebook, í skúlum, til ymisk tiltøk og á annan hátt. Kvinnurnar verða ambassadørar fyri átakið Undirlív.
- Ringasta sjúkan er hon, vit kundu sloppið undan. Og lívmóðurhálskrabbamein er júst ein sjúka, sum tað ber til at sleppa undan. Tí hevur Krabbameinsfelagið valt at fara undir kunningarátakið Undurlív, hvørs fremsta endamál er at fáa kvinnur at koppseta seg ímóti HPV-virus, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.
Lesið meira á www.krabbamein.fo/undurliv