Eyðun Nolsøe, sum vit millum annað kenna úr Frændum, skrivaði soleiðis á Facebook í gjár:
»Syrgilig hending hjá Eyðun Nolsøe í skalvalopinum í dag, sum til alla lukku spældi væl av. Fleiri hava skrivað til mín og víst mær samkenslu, men her suðri er ongin vandi í so máta. Eg hopi tú slapp snikkaleysur burtur úr hendingini í dag, navnin.«
Tað eru nevniliga tveir Eyðun Nolsøe úr Klaksvík, og báðir eru tónleikarar. Eyðun Nolsøe, sum vit kenna úr Frændum, og Eyðun Nolsøe, sum vit kenna úr øðrum kendum Klaksvíksbólki, Hjarnar. Báðir eru framvegis virknir tónleikarar.