Undirhúsið feldi øll átta uppskotini

Bretska tjóðartingið hevur í kvøld felt øll uppskotini um alternativar loysnir til brexit.

 

Tað eydnaðist ikki bretska tjóðartinginum at finna meiriluta fyri einum einasta av teimum átta uppskotunum, sum í kvøld vóru til atkvøðugreiðslu sum alternativ til brexitavtaluna hjá Theresu May, forsætisráðfrú.

 

Øll uppskotini vórðu feld.

 

Lesið eisini: FAKTA Um hetta skal bretska tingið atkvøða

 

Teirra millum var eitt uppskot um at fara úr ES uttan avtalu og eitt uppskot um at avlýsa brexit, dagin fyri tað skudi verið, um ikki ein avtala er fingin í lag við ES.

 

Lesið eisini: Theresa May fer frá tá brexit er upp á pláss

 

Eisini fleiri onnur uppskot vórðu feld, sum vóru boð upp á avtalur við ES.

 

/ritzau/